Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til løgtingslóg um bókhald til hoyringar

 

Uppskot til løgtingslóg um bókhald 

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið uppskot til løgtingslóg um bókhald (bókhaldslógin) til hoyringar.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við at lóggávan verður dagførd. Víst verður eisini til ítøkiligu viðmerkingarnar til lógaruppskotið frá Felagnum Føroyskir Grannskoðarar.

 

Felagið Føroyskir Grannskoðarar vísa á orðavalið í lógaruppskotinum, sum heilt ella partvíst ikki eru eins ella í samsvarið við ársroknskaparlógina. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað hevur stóran týdning, at lógaruppskotið verður gjøgnumgingið við tí fyri eyga, at orðavalið í lógaruppskotinum eru samsvarandi við aðra lóggávu á økinum, soleiðis at misskiljingar ikki standast av hesum.

 

Síggjast kann burtur frá okkara viðmerkingum í telduposti 28. februar 2017. 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi