Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi til hoyringar

 

Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi til hoyringar

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag: Ummæli av lógaruppskoti um fyrisiting av sjófeingi (fiskivinnunýskipanin)­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) takkar fyri møguleikan at ummæla lógaruppskot um fyrisiting av sjófeingi, sum varð sent til ummælis. FAG hevur valt ikki at ummæla smálutir í lógaruppskotinum, tí uppskotið er ikki búgvið til hetta. Í fleiri førum er ikki samsvar millum lógartekst og viðmerkingar, og frágreiðingar frá Fiskimálaráðnum, hvussu ásetingar skulu skal skiljast, siga nakað triðja. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí valt at gera yvirskipaðar viðmerkingar til lógaruppskotið.

 

Lat tað vera sagt beinanvegin, at FAG tekur undir við ávísum pørtum av lógaruppskotinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við, at fiskiskapurin verður skipaður meira burðardygt við umsitingarætlanum, kvotuskipan og herdum revsireglum fyri ólógligan fiskiskap. Hesar reglur kunnu einsamallar skapa eitt stórt meirvirði fyri føroyska samfelagið.

 

Hinvegin heldur FAG grundleggjandi, at tað er nógv, sum riggar væl við verandi fiskivinnuskipan, tó at hon eisini hevur nøkur lýti. Ein nýggj fiskivinnunýskipan eigur tí at varðveita tað, sum virkar, og rætta uppá tað, sum virkar minni væl. Fiskivinnan er ein av høvuðsvinnunum í Føroyum, og man skal vera varin við at eksperimentera við henni. Nógvar góðar intentiónir liggja óivað aftanfyri tí uppskoti, sum er sent til ummælis, men FAG er sannført um, at fyriliggjandi uppskot ikki røkkur endamálunum.

 

Samanumtikið er uppskotið fjøltáttað, og so víðfevndar broytingar, sum her verður lagt upp til, kennir eingin fulla virknaðin av. Harvið verður váðin fyri samfelagið stórur. Fiskivinnan missur eisini møguleikan at innrætta seg eftir umstøðunum, tá hon verður regulerað niður í smálutir. Slíkar reguleringar kunnu aloftast ikki taka hædd fyri broytingum, sum henda eftir at lógin er samtykt, og tískil økist váðin. Tað er neyðugt at hava møguleika at innrætta seg eftir broytingum í til dømis marknaðum, kvotum og prísi, ið áhaldandi broytast. Fær vinnan ikki møguleika at tilrættisleggja sítt virksemi, verður hon ov veik í mun til kappingarneytarnar uttanlands og tá er stórur vandi fyri at hesir sum frálíður, beinleiðis ella óbeinleiðis, koma at yvirtaka føroyska fiskivinnu. Ein støða, sum ikki gagnar føroyska fólkinum, tí virðisøking, vørumenning, skattir og mangt annað kann verða flutt av landinum, heldur enn at verða verandi í Føroyum. Besta vernd ímóti hesi gongd er eitt sterkt føroyskt vinnulív.  

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag er ógvuliga ivasamt um eina røð av viðurskiftum í lógaruppskotinum, sum verða viðmerkt niðanfyri.

 

Endamál

Endamálið við einari og hvørjari nýskipan av fiskivinnuni má vera at fáa sum mest burturúr tilfeinginum. Endamálið má taka støði í vinnupolitikki, ikki sosialpolitikki. Lógarkarmarnir mugu geva fiskivinnuni frælsi at skapa so stórt virði, sum gjørligt fyri samfelagið. Rætta amboðið  at býta hesa virðisskapanina javnari millum borgarar í hesum landi er skattapolitikkurin, meðan fiskivinnupolitikkurin fyrst og fremst má tryggja, at virðini yvirhøvur verða skapt.

 

Tíverri tykist tað sum lógaruppskotið, sum er sent til hoyringar, í ov lítlan mun tekur støði í hesari grundreglu, hóast endamálsorðingarnar í § 2 í uppskotinum. Tvørturímóti metir Føroya Arbeiðsgevarafelag, at virðisskapanin í fiskivinnuni minkar, um uppskotið verður samtykt í óbroyttum líki. Føroyar verða tá fátækari sum land, inntøkurnar til landskassan verða minni, og minni verður til bæði virkiseigarar og starvsfólk.

 

Útlutingin av fiskiloyvum

Fyri at fiskivinnan kann geva so stóra virðisskapan sum gjørligt, er tað avgerandi at (1) nýtslurættindini eru so mikið trygg, at eigararnir hava útlit til eitt rímiligt avkast á stórar og váðafúsar íløgur og (2) at rættindini eru umsetilig, so at aðrir aktørar kunnu taka yvir, tá løtan er lagalig, og so fleksibilitetur fæst í skipanina.

 

At bjóða fiskiveiðirættindi út við jøvnum millumbilum er ikki rætti hátturin at útluta rættindi. Bæði teoretiskir og praktiskir trupulleikar eru við uppboðssølu av fiskirættindum.

 

Í einari uppboðssøluskipan er mest sannlíkt, at tíðarhorisonturin hjá teimum, sum vinna sær rættindi á uppboðssøluni, verða stuttskygd. Tað fer at snúgva seg um at fáa nakað burturúr tilfeinginum meðan man hevur tað, og í minni mun um at royna nýggjar veiðihættir v.m., sum kunnu kasta av sær uppá sikt. Við øðrum orðum er sannlíkt at nýskapanin og íløguhugurin í vinnuni fer at minka.

 

Um tíðarhorisonturin verður ov stuttur, verður eisini sera torført at differentiera føroyskan fisk sum eitt serligt vørumerki, fyri at fáa ein meirprís í mun til kappingarneytarnar. Tað eru nógv dømi um, at tað eydnast at differentiera fisk úr ávísum londum ella frá ávísum fyritøkum sum eina hágóðskuvøru. Slíkt arbeiði krevur tó eitt áhaldandi arbeiði, og ofta tekur tað langa tíð, áðrenn úrslit sæst av teimum íløgum, sum verða lagdar í at differentiera vøruna. Um tað skal bera til at differentiera føroyskan fisk fyri at fáa ein meirprís, má man hugsa um alla virðisketuna líka frá tí at fiskurin er hjá kundanum, heilt aftur til hann kemur úr sjónum. Fleiri ásetingar í uppskotinum gera hetta torførari, herundir eisini útlutingin.

 

Harumframt fer ein uppboðssøluskipan sannlíkt at føra til, at ikki bert yvirnormalur vinningur, men eisini vanligi vinningurin verður útholaður uppá sikt. Hetta serliga orsakað av, at tey mest optimistisku boðini fara at vinna á uppboðssøluni, og hesi fara í fleiri førum at liggja omanfyri veruliga virðið av fiskirættindunum, sum verða staðfest seinni. Hendir hetta, verða ikki pengar til at fremja neyðugu íløgurnar við komandi árini.

 

Hóast fiskirættindi partvíst verða útlutað sum “søgulig rættindi” verður tað altíð ein stórur partur, sum verður seldur á uppboðssølu. Harumframt verða søguligu rættindini við hesum uppskotinum reelt eisini minkað so líðandi yvir tíð. Tí er uppskotið í veruleikanum ikki grundað á verulig søgulig rættindi.

 

Atgongd til fiskivinnuna fyri nýggjar aktørar

Eitt av høvuðsargumentunum fyri fiskivinnunýskipanina er, at tað má vera lættari atgongd fyri nýggjar aktørar. Í verandi skipan kunnu nýggir aktørar keypa seg inn í fiskivinnuna, men atgongdin verður sjálvsagt truplari í vinnum, har tað í løtuni gongur væl, tí virðið á fiskiloyvunum er tá meira vert. Tað verður tó nógv lættari at keypa seg inn í vinnuna, um landið skattar ein rímiligan part av tilfeingisrentuni. Tá vera loyvini ikki líka nógv verd, og tað verður lættari at fíggja keyp og sølu av loyvum.

 

Her má landið hugsað fíggjarliga burðardygt, soleiðis at búskaparliga íkastið verður so stórt sum gjørligt. Ikki bert tað einstaka árið, men yvir eitt longri tíðarskeið. Eitt fíggjarligt burðardygt tilfeingisgjald vil geva tað størsta avkastið til landið og harvið størsta møguliga tilfeingisgjaldið yvir tíð.

 

Anti-trust reglur

Keyp og søla av fiskirættindum hevur viðført, at tað í ávísum fiskiskapum er vorðin ein størri konsentratión av aktørum, enn tað var fyri nøkrum árum síðani, og at talið av fiskiførum er minkað. Hetta hevur í stóran mun verið viðvirkandi til, at í øllum førum partar av fiskivinnuni hava megnað at ment seg og vent einum undirskoti til eitt yvirskot. Frá at fáa hundraðtals milliónir í stuðli, rindar fiskivinnan nú omanfyri tvey hundrað milliónir inn í landskassan í skatti og tilfeingisgjøldum.

 

Við fyriliggjandi uppskoti skjýtur landsstýrið upp, at vit skulu fara frá hesari partvíst vælvirkandi skipan og aftur til eina skipan, har vit tvinga ov nógv stál, ov nógva fiskiorku inn í skipanina aftur. Eitt av høvuðsendamálunum við lógaruppskotinum tykist vera at fáa fleiri aktørar inn í skipanina og harvið verða fleiri at fiska verandi tilfeingi. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er at lóggeva ineffektivitet inn í skipanina, um anti-trust mørkini vera sett ov lág.

 

Sum formaðurin í nýskipanarnevndini hevur ført fram, er teoretiska grundarlagið fyri at hava serligar anti-trust reglur fyri fiskivinnuna ikki til staðar. Endamálið við anti-trust reglum er vanliga at verja brúkaran, men tað kann ikki vera endamálið í hesum føri. Tað er ein beinhørð kapping um at selja fisk, og talan er um ein altjóða marknað fyri fiskavørur, har føroysku fyritøkur eru lutfalsliga lítlar.

 

Um vinnan hevur frælsi at skipa seg, kann ein náttúrlig avleiðing vera, at tað hendir ein konsolidering í vinnuni, um hetta er tað, sum loysir seg best. Ført verður fram, at fiskivinnufyritøkurnar fáa ov stórt vald, um tær gerast ov stórar, so skilagóðar politiskar avgerðir ikki verða tiknar. Hetta kann møguliga vera eitt argument fyri at gera ávísar avmarkingar, hvussu fáar fyritøkur kunnu eiga fiskivinnuna. Hóast FAG er samt í, at okkurt mark má verða fyri, hvussu stóran part av vinnuni ein aktørur kann eiga, mugu politisku myndugleikarnir vera sera varnir við at seta hesi mørk ov lágt. Avleiðingin av at seta ov lág mørk kann vera, at man ikki fær mest effektivu fiskivinnunýskipanina.

 

Frælsi at leggja virksemið til rættis

Ein grundleggjandi fortreyt fyri at fáa sum mest burturúr tilfeinginum, er grundreglan um, at fiskivinnufyritøkur mugu fáa frælsi at leggja virksemið til rættis, tó við ávísum rímiligum avmarkingum, har atlit verða tikin til samfelagsvirði. Í uppskotinum eru fleiri ásetingar, sum avmarka møguleikarnar at skipa virksemið, so sum fyritøkurnar meta tað verða mest skynsamt at gera. Eitt nú er ásetingin um kravda uppboðssølu av 60 % av veidda fiskinum ein forðing fyri at fyritøkurnar kunnu skipa virksemið við vertikalari integratión. Í álitinum hjá nýskipanarnevndini varð dentur lagdur á, at tað búskaparliga er skilagott, at fyritøkur hava møguleika at skipa seg við vertikalari integratión.

 

Samanumtikið:

Fyri at røkka yvirskipaða endamálinum um eina fiskivinnunýskipan, sum kastar sum mest av sær til samfelagið, mælir FAG til, at ein fiskivinnunýskipan tekur støði í verandi skipan. Ein fiskivinnunýskipan eigur at verða grundað á hesi høvuðsprinsipp:

  • Burðardyggan fiskiskap, grundað á umsitingarætlanir
  • Herda revsing fyri ólógligan fiskiskap
  • Trygg nýtslurættindi
  • Kvotaskipan við innbygdari umsetiligheit í skipanini
  • Serskatting av vinningi við víðarisølu av loyvum og rættindum
  • Eina burðardygga skatting av tilfeingisrentuni, grundað á staðfest miðalúrslit í vinnuni
  • Tryggja at skattur av vinningi, sum kemur úr føroyskum tilfeingi, verður goldin í Føroyum 
  • Frælsi at leggja viðurskiftini til rættis, tó við ávísum rímiligum avmarkingum, har atlit verða tikin til samfelagsvirði

Ein slík nýskipan hevði veruliga verið til fyrimuns fyri landið alt, tað almenna, virkiseigarar og starvsfólk.

 

FAG heldur verandi lógaruppskot hava ov nógvar váðar, tí eingin kennir fullu avleiðingarnar av so víðfevndum broytingum, gjørdar í einum. Mælt verður í staðin til at endurskoða verandi skipan fyri at gera tiltrongdar broytingar eftir teimum høvuðsprinsippum, sum eru nevnd omanfyri. Vit eiga síðan at eftirmeta virknaðin av framdu broytingunum, áðrenn aðrar broytingar verða gjørdar. Harvið fáa vit framt neyðugu broytingarnar í fiskivinnuni við eini tilgongd, sum hóskar til stóra váðan av at gera broytingar í einari av okkara høvuðsvinnum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá, at lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið í verandi líki.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi