Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Kunning um ætlanirnar á handilsøkinum
Hósdagin í farnu viku greiddi Poul Michelsen vinnuni frá ætlanunum hjá Landsstýrinum á handilsøkinum.

 

Á kunningartiltaki, sum Vinnuhúsið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipaðu fyri í Vinnuhúsinum hósdagin 16. mars, greiddi Poul Michelsen, landsstýrismaður, frá status og ætlanunum hjá Landsstýrinum á handilsøkinum.

 

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at eitt av eyðkennunum við arbeiðinum innan handilspolitiska økið er, at arbeiðið hevur ofta ein sera langan tíðarhorisont.

 

Uttanríkishandil Føroya er alsamt vaksandi og Føroyar eru meira enn nakað land á okkara leiðum tengt at frælsum handli við umheimin, tá ið ræður um búskap og vælferð, og framhaldandi menningina av okkara samfelagi.

 

ES-marknaðurin hevur søguliga verið tann størsti hjá føroyskum útflutningi. Útflutningsmynstrið er tó broytt nakað seinastu árini, tó so, at ES marknaðurin framvegis er ein støðugur og gjaldførur marknaður við skipaðum heilsufrøðiligum viðurskiftum.

 

Nógv orðaskifti hevur verið um tørvin á betri marknaðaratgongd til ES marknaðin fyri føroyskar fiskavørur. Sum støðan er nú hava flestu føroysku fiskavørurnar tollfría atgongd til ES marknaðin, og eru tær nevndar í einum sonevndum positivlista.

 

Verður samanborið við okkara grannalond, Noreg og Ísland, so stendur okkara sáttmáli við ES sum heild ikki aftanfyri handilssáttmálarnar, sum hesi lond hava við ES.

 

Tað eru tó avmarkingar á ávísum lidnum vørum. T.d. eru tollfríar kvotir á summum vørum og hareftir er tollur á. Og ein stór avbjóðing er tollurin á 25% fyri niðursjóðaðan makrel. 

 

Tað besta hevði sjálvandi verið, um frí marknaðaratgongd var fyri allar fiskavørur. T.d. hava ES og Kanada nýliga gjørt nýggja fíggjar- og handilsavtalu (CETA). Við gildiskomuna av CETA-avtaluni verða uml. 96% av tollinum á fiskavørum strikaður beinanvegin, og sjey ár eftir hetta verður tollfrælsi fyri allar fiskavørur. Kanada er millum tíggju teir størstu fiskavøruframleiðararnar í heiminum.

 

Ætlandi verður fundur í felagsnevndini undir handilssáttmálanum í heyst, har ynskini frá vinnuni um ábøtur í mun til sáttmálan kunnu verða tikin upp. Tá er umráðandi at kunna vísa á ítøkiliga tørvin á batum í handilsavtaluni.

 

Eisini verður kannað, um áhugi er í eini breiðari tilgongd at styrkja samstarvið við ES.

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið arbeiðir framhaldandi við at fáa í lag handilssáttmála við Kina. Hetta er sera umráðandi og hevur hægstu raðfesting, so at okkara útflutningsvinna ikki kemur í eina verri støðu á kinesiska marknaðinum enn kappingarneytarnar.

 

Eftir ferðina til Kina í fjør, verður nú uppfylgjandi arbeiði gjørt til tess at koma nærri eini støðu, har ið tað vónandi ber til at fáa í lag veruligar samráðingar um fríhandilssáttmála.

 

Tað, sum er galdandi fyri Kina, er í høvuðsheitum eisini galdandi fyri Korea.  Fyrr hevur verið vitjað í Seoul og innleiðandi fundirnir vóru góðir. Umboð fyri Suðurkorea hava síðani verið á vitjan í Føroyum, og jalig gongd er á málunum um at betra handilsligu sambondini landanna millum.

 

Uppskot til samstarvskarm er latið Suðurkorea, og Føroyar fingu MFN støðu 1. mars. Partarnir eru nú í samskifti um handilssáttmála.

 

Útflutningurin til USA hevur verið vaksandi seinni árini. Talan er mest um laks. Tað eru ikki stórvegis trupulleikar við útflutningi til amerikanska marknaðinum í løtuni. Føroyar og USA hava tó tosað um at skipa eitt forum, har partarnir kunna umrøða áleikandi mál.

 

Arbeitt verður við at betra um handilsviðurskiftini við Brasil eftir ynski frá vinnuni. Fyrstu stigini eru tikin til at gera heilsufrøðiliga avtalu landanna millum. Útgreinandi viðurskifti um Føroyar, ið myndugleikarnir í Brasilia hava ynskt er sent brasilskum myndugleikum.

 

Landsstýrismaðurin kom eisini inn støðuna viðv. útflutningi til Turkalands og Russlands.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi