Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 27. mars 2017
Nevndin í KT-felagnum heldur fram óbroytt
Felagið hevði aðalfund í farnu viku.

Aðalfundurin hjá KT-felagnum varð hildin mikudagin 22. mars.

 

Í formansfrásøgn felagsins legði formaðurin, Jan Ziskasen, dent á týdningin av at útbyggja føroysku KT-vinnuna. Eitt nú hevur felagið eitt stórt ynski um at fáa KT-verkfrøði útbúgvingina á master støði. Eisini er felagið farið undir árliga tiltakið #Rita1tíma, sum er føroyska útgávan av altjóða tiltakinum Hour of Code, sum snýr um at geva børnum atgongd til at forrita. Men tað, sum hevur stórstan týdning fyri, at KT-vinnan skal víðari mennast, er, at almennu Føroyar keypa føroyskt KT. Í hesum sambandi hevur átakið FøroysKT fylt nógv hetta síðsta árið.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Fróði Magnussen og Ulla Joensen, umframt Júst í Túni Vang sum tiltakslimur. Øll vórðu tey afturvald. Í nevndini sita eisini Snæbjørn B. Jacobsen, Ólavur Ellefsen og Jan Ziskasen.

 

 

Nevndin skipaði seg sum áður við Jan Ziskasen sum formanni.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi