Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (FAS)

 

Uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (FAS)

 

 

Svar frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip

 

Hoyringssvar til broyting í lóg um landsskatt og kommunuskatt (FAS)­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldubræv tykkara, sum varð sent okkum hin 27. mars í ár, um at broyta skattalógina í mun til FAS ásetingar.

 

Fyrst er at siga, at tað líkist ongum, at eitt mál, sum hevur so eyðmerktar og munandi avleiðingar fyri vinnuna, verður sent til hoyringar við so stuttari freist. Tað tykist løgið, at hetta skal verða neyðugt, tá seinasti framløgudagur í hesi tingsetu er farin, og næsti framløgudagur tí ikki er fyrrenn á Ólavsøku. Hetta mál átti ikki at hasta so nógv.

 

Reiðarafelagið fyri Farmaskip er sum so ikki ímóti lógaruppskotinum, men tað er avgjørt neyðugt at gera broytingar bæði í sjálvum lógaruppskotinum og í viðmerkingunum til uppskotið, áðrenn vit kunnu taka undir við tí.

 

Yvirskipað saknar RFF eina breiða lýsing av bareboat-leigu uttanfyri FAS. Út frá uppskoti og viðmerkingum sær út til, at hetta er ein reint skattatekniskur spurningur, og at avleiðingarnar ikki er serliga ógvusligar. Tað kunnu tó vera ikki-skattateknisk atlit, sum gera, at føroysk reiðarí hava valt at hava skip undir útlendskum flaggi og bareboat-leiga tey til Føroya, men uttanfyri FAS. Millum annað hava vit sæð dømi um, at nýggj skip ikki eru sloppin at vera skrásett í FAS, hóast eigararnir vóru føroyskir og høvdu ynski um at sleppa at skráseta skipini í FAS. Hesi skip og onnur kunnu tí vera bundin í øðrum skipanum, t.d. leiguavtalum og fíggingaravtalum, har hesar bindingar eru galdandi í fleiri ár fram. Tí er ein skiftistíð á gott hálvt ár alt ov stutt. Harafturat kundi av praktiskum áðum verið umhugsað, at umflagging varð gjørd í sambandi við vanliga klassing av skipunum.

 

RFF mælir tí til eina longri skiftistíð, sum helst skal vera inntil 1. januar 2028. Annar møguleiki er ein skiftistíð inntil næstu klassing á hvørjum einstøkum skipi, men við møguleika fyri, at TAKS í serligum førum kann loyva longri skiftistíð. Í sjálvum lógartekstinum má skiftistíðin í § 3 tí broytast.

 

Harafturat hava vit hesar viðmerkingar til viðmerkingarnar í lógaruppskotinum: 

 

  1. Beinanvegin í viðmerkingunum um endamálið við broytingini eigur at verða greitt frá, hvussu skipanin er í dag. At tað ber til at bare-boat leiga skip (tvs. leiga uttan manning) og antin at skráseta tey í FAS ella ikki at skráseta tey í FAS. Í báðum førum verður afturbering latin. Hetta lógaruppskotið snýr seg einans um, at tey skip, sum eru bare-boat leigað til Føroya, og sum ikki eru skrásett í FAS, ikki longur skulu fáa afturbering. Tað verður framhaldandi møguligt at bare-boat leiga skip, skráseta tey í FAS og fáa afturbering. RFF heldur ikki, at hetta framgongur nóg væl av viðmerkingunum.

  2. RFF mælir til, at gjøgnum allar viðmerkingarnar verða skipini, talan er um, einans kallað “bare-boat leigað skip uttanfyri FAS”. Tað eru alt ov nógvar ógreiðar orðingar viðv. hesum.

  3. RFF mælir til, at 2. og 3. reglubrot á síðu 2 verður strikað. Vit skilja ikki, hví tað í hesum ítøkiliga lógaruppskotinum er viðkomandi at skriva nakað um, hvør hevur rætt at skatta avlopið hjá felagnum, og hvør hevur rætt at skatta manningarnar. Hetta er meira villleiðandi enn upplýsandi. Tað, sum uppskotið snýr seg um, er, hvørt felagið hevur rætt til afturbering ella ikki.

  4. RFF skilir ikki, á hvørjum grundarlag TAKS metir um, hvar “veruliga leiðslan” er, og vit meta ikki, at tað er viðkomandi. Tí eigur 5. reglubrot at verða strikað.

  5. 6. reglubrot snýr seg um treytir fyri at sleppa undir FAS og eftirlit við hesum treytum. Hetta hevur tí einki við hetta uppskotið at gera og eigur at verða strikað.

  6. Parturin um ógreiðu ásetingarnar í verandi lóggávu eigur at verða greiðari orðaður – sí pkt. 2. Harafturat er undirliggjandi tónin, at reiðarí einans velja loysnina við bare-boat uttanfyri FAS, tí tey ynskja at sleppa sær undan góðskukrøvum í FAS-lógini. Hetta er ikki rætt.

  7. Parturin um umdømi hjá føroyskari skipaskráseting er alt ov fokuseraður uppá ITF og ger ov nógv burturúr hesum. Tó eru vit samd í, at henda broyting í lógini, kann verða við til at styrkja FAS. Um fyrimunirnir við at fara í FAS ikki síggjast aftur, kann skipanin koma undir óneyðugt trýst. Eisini hevur tað týdning, at eitt ávíst tal av skipum eru í FAS til tess at varðveita okkara støðu á hvítalista hjá ParisMou.

  8. Tølini undir fíggjarligu avleiðingunum eru helst røtt, men tó eru tey misvísandi, soleiðis sum tey eru sett upp. Triðja punktið í øðrum reglubrotið eigur at vísa, hvussu nógvar lønir vóru útgoldnar tilsaman, og “av hesum 20 milliónir í hýrum til føroyingar”. Um ikki tað verður gjørt, fær lesarin fatan av, at afturberingin er størri enn hýrurnar, og tað kann jú ongantíð vera støðan.

  9. Í talvuni yvir avleiðingar skilja vit ikki, hví uppskotið hevur umhvørvisligar avleiðingar fyri landið og fyri vinnuna.

  10. Serliga viðmerkingin til § 1 er skeiv. Her er einans talan um bare-boat leigað skip uttanfyri FAS. Heimildin at endurrinda skatt til bare-boat leigað skip, skrásett í FAS, verður ikki strikað.

 

Sum nevnt er RFF ikki ímóti tankanum aftanfyri uppskotið – at bare-boat leigað skipa uttanfyri FAS ikki skulu fáa afturbering. Uppskotið hevur tó ov stutta skiftistíð, og viðmerkingarnar eru ov illa frágingnar til, at RFF kann taka undir við uppskotinum. 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi