Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 3. apríl 2017
Aðalfundur í Føroya Handverksmeistarafelag
Mikudagin 29. mars hevði Føroya Handverksmeistarafelag aðalfund.

 

Føroya Handverksmeistarafelag er samansett av lokalfeløgunum í Havn, Eysturoynni, Klaksvík, Vágum og Suðuroy.

 

Fyri vali hesaferð stóðu umboð fyri Havnar- og Eysturoyar Handverksmeistarafelag. Bæði feløgini innstillaðu somu umboð sum áður, nevnliga Sjúrður Holm fyri Havnar Handverksmeistarafelag og Petur Frank Joensen fyri Eysturoyar Handverksmeistarafelag. Báðir tóku við afturvali. Sum tiltakslimir sita Mouritz Mohr og Helgi Johannesen.

 

Afturat teimum sita eisini Magnus Magnussen, Kjartan Hansen, Jens Kristian Haraldsen í nevndini.

 

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin á sama hátt sum eftir aðalfundin seinasta ár við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi