Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til løgtinglóg um broyting í vinnufyritøkulógini

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í kongligari fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar av “lov om visse erhvervsdrivende virksomheder” (Vinnufyritøkulógin)

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í vinnufyritøkulógini­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fylgjandi yvirskipaðar viðmerkingar til lógaruppskotið um broyting í vinnufyritøkulógini. Víst verður annars til viðmerkingar frá fíggjarfyritøkunum.

 

Føroya Landsstýrið ynskir við lógarbroytingunum at minka um váðan í fíggjargeiranum, hetta fyri at verja føroyska samfelagið ímóti hóttafalli og brúkaran, ið teknar trygging og hevur bankasamband við Betri samtakið. Hesum endamáli kann Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki annað enn taka undir við.

 

Hinvegin metir Føroya Arbeiðsgevarafelag, at spurnartekin kann setast við, um lógaruppskotið er í tráð við góðan sið, tá tað kemur til lógarsmíð. Uppskotið til broytingar í lógini og viðmerkingarnar til lógina gera greitt, at talan er um at regulera Betri samtakið. At lóggeva singulert á henda hátt, eigur ikki at koma fyri. 

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað eisini vera ivasamt, um Landsstýrið hevur lóggávuheimild á øllum teimum málsøkjum, sum ætlanin er at regulera við lógaruppskotinum. Lógarverkið kring fíggjarøkið er í stóran mun danskt málsøki og er tað danska fíggjareftirlitið, sum hevur heimildina til lóggávu og eftirlit.

 

Somuleiðis metir felagið, at verandi tryggingarlóggáva longu hevur ásetingar, sum hava sama endamál, sum ætlaðu broytingarnar.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi