Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Matur úr norðurhøvum á ES marknaðin
Í sambandi við stóru altjóða messuna Seafood Expo Global í komandi viku fer Sendistova Føroya saman við umboðsstovuni hjá Norðurnoregi í Brússel at seta sjóneykuna á mat úr norðurhøvum á ES marknaðinum.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, luttekur á tiltakinum, sum ber heitið ”Seafood from the High North -  sustaining and enhancing the EU market”. Hann fer at hava eina innleiðandi framløgu um føroyskar royndir og ætlanir á fiskivinnuøkinum, eins og norski ráðharrin í ES og EBS málum, Frank Bakke-Jensen, eisini leggur fram.

 

Føroyar og Norðurnoreg eru millum stóru útflytararnar av fiskavørum til ES. Tiltakið er eitt høvi hjá umboðum úr fiskivinnuni at kunna seg um og greiða frá egnum royndum á ES marknaðinum.  Hvussu sær støðan út í dag? Hvørjar broytingar og avbjóðingar eru fyri framman? Og hvussu eru framtíðar útlitini fyri menning av vøruframleiðslu og útflutningi til ES marknaðin?

 

Ein nýggj kanning hjá ES Nevndini um vanar og krøv hjá brúkarum í ES londum  til mat úr sjónum verður løgd fram. Eisini fer Bernhard Friess, stjóri í fiskivinnuumsitingini hjá ES Nevndini, at greiða frá, hvussu marknaðarviðurskifti verða skipað í felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES.

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum, saman við umboðum úr fiskivinnuni í bæði Norðurnoregi og ES, fara at viðgera spurningar um møguleikar og avbjóðingar við at menna og styrkja ES marknaðin fyri fiskavørum.

 

Tiltakið endar við, at luttakararnir fáa forkunnugar brellbitar úr Føroyum og Noregi.  Borðreitt verður við m.ø. føroyskum makreli og tara, umframt at høvi verður at royna øl frá Føroya Bjór og Okkara.

 

Skráin sum pdf-fíla

 

Nærri kunning á Facebook síðuni hjá Sendistovuni.

 

Vegna avmarkað pláss, er tilmelding eitt krav, og seinasta freistin er hósdagin 20. apríl.

 

Meira fæst at vita við at venda sær til Sendistovuna.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi