Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 24. apríl 2017
Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K hava undirskrivað nýggjan sáttmála
Fríggjadagin 21. apríl skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K undir nýggjan tvey ára sáttmála.

 

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking á 2 % hin 1. mai 2017 og 2 % hin 1. mai 2018. Eftirlønin hækkar við 0,25 % hin 1. mai 2017 og 0,38 % hin 1. mai 2018. Tilsamans er hetta sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi