Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 24. apríl 2017
Úrslit frá nøgdsemiskanning løgd fram fyri kommunurnar
Føroya Arbeiðsgevarafelag legði fyrrapartin í dag fram úrslitini frá einari kanning av nøgdseminum við lokalu umstøðurnar at reka vinnu. Framløgan fyrrapartin var í høvuðsheitum fyri kommunalpolitikarar og umsiting.

 

Úrslitini vísa, at nøgdsemið sum heild er á einari leið, tó at nøgdsemið ikki er líka gott á øllum økjum. T.d. vísti kanningin, at nøgdsemið við kommunalt innkeyp og útboð var minni gott í flestu økjum kring landið, og at rúm eisini er fyri betringum, tá tað snyr seg um møguleikarnar at leiga ella keypa øki til vinnulig endamál.

 

Fyritøkurnar vóru eisini bidnar um at raðfesta hvørji lokal viðurskifti høvdu størstan týdning fyri vinnufyritøkurnar, og her hevði kommunali hugburðurin til at reka vinnu mest at siga fyri fyritøkurnar. Kommunalt innkeyp og útboð og kommunalar tænastur vórðu eisini hildnar at hava stóran týdning.

 

Á tiltakinum fyrrapartin greiddi Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, eisini frá, hvussu Klaksvíkar kommuna arbeiddi við vinnumenning í kommununi, og Rógvi Róin, stjóri í P/F Petur Larsen greiddi frá, hví lokalu umstøður høvdu so stóran týdning fyri ta fyritøkuna.

 

Framløgan av úrslitunum frá kanningini kann finnast her.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi