Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 27. apríl 2017
Føroyingar við á fiskimessu í Brússel frá byrjan
Í ár hevur Seafood Expo Global 25 ár á baki, og føroyingar hava luttikið á heimsins størstu fiski- og sjógætismessu líka frá byrjan.

 

Í dag er seinasti dagur á messuni í Brússel, har 9 fyritøkur luttaka á føroyskum landabási. Fyri fleiri av luttakarunum er messan vorðin eitt árligt afturvendandi átak, tí har hitta tey nógv fólk úr øllum heiminum, sum spyrja eftir føroyskum fiskavørum. Í ár er onki undantak. Sera nógv fólk hava verið á messuni, og føroyski landabásurin hevur havt ein støðugan streym av vitjandi allar dagarnar.

 

Somuleiðis er føroyski landabásurin millum flottastu básarnar, og liggur væl fyri í høllini við høvuðsinngongdina.

 

 

 

Á myndunum eru Páll Gregersen, stjóri í Fiskavirkið, Finn Rasmussen, stjóri í Landshandlinum, og Annika Frederiksberg, søluleiðari og nevndarlimur í Bakkafrost. Tey er millum teirra, sum hava verið við á messuni heilt frá byrjan.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi