Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 8. mai 2017
Nevndin í Ráðgevarafelagnum afturvald
Hósdagin 27. apríl var aðalfundur í Ráðgevarafelagnum. Árni Jakobsen og Svend Sivertsen stóðu fyri vali og vóru teir báðir afturvaldir.

 

Á aðalfundinum hjá Ráðgevarafelagnum 27. apríl var sum vanligt nevndarval á skránni. Fyri vali stóðu Árni Jakobsen og Svend Sivertsen. Báðir vóru afturvaldir. Eisini eykalimirnir stóðu fyri vali og vóru

bæði Jóhan Poulsen og Árni Winther afturvaldir.

 

Í nevndini í Ráðgevarafelagnum eru nú: Selmar Nielsen, SNA; Eyðbjørn Brimnes, LBF; Árni Jakobsen, SMJ; Rúni Abrahamsen, MAP-arkitektar og Svend Sivertsen, FuglArk.

 

Nevndin skipar seg á fyrstkomandi nevndarfundi.

 

Hagtalsgreining av ráðgevaravinnuni

 

Fyri 6. ferð hevur Ráðgevarafelagið innheintað árlig hagtøl frá limum felagsins. Fyri 2016 hava 16 limir latið hagtøl inn til felagið. Hetta eru 81% av limunum, og gevur hetta eina góða ábending av støðuni í vinnuni. Endamálið við hagtalsgreiningini er at fáa samanberiliga vitan til vega um vinnugreinina, m.a.  hvar vinnan selur sínar vørur og tænastur og hvørjir geirar selt verður til

 

Tølini vísa, at samlaði umsetningurin í vinnuni er øktur úr 122 mió. kr. í 2015, uppí 145 mió. kr. í 2016. Hetta er ein vøkstur uppá 19%. Samanborið við 2011, sum var fyrsta árið kanningin varð gjørd, hevur vøksturin hesi 6 árini verið uml. 86%.

 

Í talvunum niðanfyri sæst, at nógv tann størsti parturin av ráðgevaratænastunum í 2016  ella 44% vóru keyptar av kommununum, privatar fyritøkur standa fyri 29% og tað almenna annars 25% av keypinum.

 

Verður hugt eftir hvat slag av uppgávum sum ráðgevaravinnan hevur loyst í 2016, sæst á myndini niðanfyri, at bygningar eru 70% av arbeiðunum. Næst bygningum koma annleggsarbeiðir so sum vegir og havnir.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi