Tíðindi: Shipping Ι 8. mai 2017
Reiðarafelagið fyri Farmaskip fegnast um sjóvinnupolitikkin
Fríggjadagin varð álitið Sjóvinnupolitikkur 2017 handað.

 

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, Poul Michelsen, setti fyri góðum ári síðan ein arbeiðsbólk at gera álit um sjóvinnupolitik. Arbeiðsbólkurin varð mannaður við umboðum úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Sjóvinnustýrinum, Faroese Maritime Union, Vinnuháskúlanum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

 

At fáa ein skipaðan sjóvinnupolitik hevur leingi verið eitt ynski hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF), og álitið, sum varð handað fríggjadagin, er væl avgreitt og hevur nøkur greið tilmæli.   

 

Um vit ynskja at menna vinnugreinina shipping og føroyska handilsflotan er týdningarmikið at seta okkum greið mál, soleiðis at tær broytingar, sum gjørdar verða á vegnum eru væl umhugsaðar og eitt stig á leiðini til eina sterkari vinnugrein.

 

RFF fegnast tí um, at ein ætlan fyri, hvussu Føroyar skulu mennast á sjóvinnupolitiska økinum, nú er fest á blað. Eftir er nú at fremja tilmælini í verki, soleiðis at styrkt verður um vinnugreinina í Føroyum.

 

Álitið Sjóvinnupoliltikkur 2017 sæst her.

 

Sí annars eisini heimasíðuna hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum www.uvmr.fo

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi