Tíðindi: Áskoðan Ι .
Komið nú á mál við pensjónsnýskipanini!
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við í arbeiðið við pensjónsnýskipanini, at landsstýrið setur ferð á arbeiðið, og at pensjónsnýskipanin hesuferð fevnir um allar tættir og verður endalig við breiðari politiskari semju.

 

 Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verður sagt, at

“Arbeiðið í pensjónsbólkinum heldur fram. Pensjónsnýskipanin skal vera búskaparliga haldfør og lutvíst samhaldsføst, og hon skal tryggja, at peningarenslið í størri mun er í føroyska samfelagnum. Meginreglan er, at øll í Føroyum hava rætt til jøvn og virðilig kor á ellisárum. Skipanin skal eggja fólki at arbeiða eftir pensjónsaldur, um tey hava hug og møguleika til tess. Harumframt skal pensjónsnýskipanin leggja upp fyri, at vit gerast fleiri eldri, og hon skal rætta avleiðingarnar av, at farið varð undir at forskatta pensjónirnar. Uppskot um pensjónsnýskipan verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á heysti 2016.”

 

Nú nærkast heystið 2017, og onki uppskot um pensjónsnýskipan er lagt fram. Tað er avgjørt ein fyrimunur, at arbeiðið er heilt liðugt, og breið politisk semja er, áðrenn nakað verður lagt fram, heldur enn at smávegis broytingar verða framdar, soleiðis sum gjørt hevur verið higartil. Føroya Arbeiðsgevarafelag metir tað tó vera av stórum týdningi, at ferð nú verður sett á ta nýskipan, sum liggur í kortinum, og at hon verður framd. Tað hevur samstundis stóran týdning, at tað í hesum arbeiðinum verða tikin atlit til øll viðurskifti, sum verða ávirkað av nýskipanini.

 

Á økinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og á arbeiðsmarknaðinum annars eigur serliga at verða tikin hædd fyri teimum skipanum, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum longu hava sett í verk. Eftirlønaruppsparing í kollektivu sáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum byrjaði longu í 80-unum, og øll fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava nú ásett eitt eftirlønargjald á millum 10% og 18%, alt eftir sáttmála. Hetta er ein væl virkandi skipan, sum er úrslit av, at arbeiðsmarknaðurin tók á seg ábyrgdina, langt áðrenn politiska skipanin gjørdi tað. Politiska skipanin eigur at virða hetta og taka hædd fyri tí, tá lógarbroytingar verða gjørdar.

 

Tað, sum higartil er gjørt á eftirlønarøkinum, hevur tíverri ikki tikið hædd fyri, at skipanin í kollektivu sáttmálunum longu var í gildi, áðrenn eftirlønarlógin varð sett í gildi. Hetta hevur skapt ávísar trupulleikar og skeivleikar, soleiðis at arbeiðsgevarar í onkrum førum hava verið noyddir til at bróta sáttmálaásetingar fyri yvirhøvur at fáa flutt lønina.

 

Tá Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt vart við hetta, hevur felagið í onkrum føri fingið at vita, at so mugu sáttmálarnir tillagast. Kollektivu sáttmálarnir eru tilevnaðir yvir fleiri áratíggju í samráðingum millum arbeiðsmarknaðarpartarnar. Á privata arbeiðsmarknaðinum er talan um knappar 40 sáttmálar, og talið á almenna arbeiðsmarknaðinum er nakað tað sama. “Bara” at tillaga kollektivu sáttmálarnar er tí ikki ein realistiskur møguleiki.

 

Tað eigur at vera tað allarminsta, at hædd verður tikin fyri verandi skipanum, tá nýggjar verða gjørdar. Serliga tá hesar hava júst sama grundleggjandi endamál, sum eftirlønarlógin skal hava.

 

Afturat hesum sær tað eisini út til, at politiska skipanina hevur lætt við at flyta útreiðslur frá almenna kassanum út á bæði arbeiðsgevarar og løntakarar, m.a. við tí broyting í fólkapensjónunum og arbeiðsmarknaðareftirlønargjaldinum, sum varð skundað ígjøgnum í desember 2015.       

 

Tá pensjónsbólkurin hjá landsstýrinum arbeiðir við framtíðar broytingum á pensjónsøkinum er neyðugt at minnast til, at tað ikki einans eru tríggjar soylur, soleiðis sum onkrum politikarum dámar at taka til. Umframt fólkapensjón, arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og eftirløn sambært eftirlønarlógini er sanniliga ein fjórða soyla, sum eitur eftirlønaruppsparing sambært kollektivu sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum.

 

Vónandi minnist politiska skipanin til hesa fjórðu vælvirkandi soyluna, og at hetta verður partur av arbeiðnum við pensjónsnýskipanini.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrið má fara heilt grundleggjandi til verka, og vit heita staðiliga á landsstýrið at minnast til at taka arbeiðsmarknaðin við uppá ráð, soleiðis at tann pensjónsnýskipan, sum einaferð kemur, eisini tekur atlit til allar tættir innan hetta økið, og at hon verður endalig, so vit ikki framhaldandi skulu síggja smávegis broytingar og tillagingar gjørdar á økinum.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi