Tíðindi: Áskoðan Ι .
Neyðugt við yvirskipaðum vinnupolitikki
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at arbeitt verður við at gera vinnupolitikk fyri útvaldar vinnugreinir, men kundi harumframt hugsað sær, at gongd varð sett á eitt arbeiði at gera ein yvirskipaðan vinnupolitikk við breiðum politiskum uppbakningi.

 

Fiskivinnunýskipan, alipolitikkur, ferðavinnu-politikkur og sjóvinnupolitikkur hevur verið á skránni seinasta árið ella so. Nú er gongd eisini sett á orkupolitikk.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir ein yvirskipaðan vinnupolitikk, sum vinnugreinapolitikkir kunnu taka støði í.  Somuleiðis kunnu landsfyrisiting og stovnar undir landinum brúka politikkin sum grundarlag undir øllum teimum avgerðum, sum annars verða tiknar, og sum ávirka vinnuna.  Ein yvirskipaður vinnupolitikkur verður eisini vegleiðandi, tá ymisk átøk verða umhugsað.

 

Vinnupolitisk rit eru skrivaði í fleiri umførum síðan krepputíðina í 90’unum, seinast í 2005 í sambandi við visjón 2015, men Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin nú er komin til, at yvirskipaði vinnupolitikkurin verður dagførdur, so politiska skipanin fær vinnupolitikkin inn undir húðina aftur. Føroya Arbeiðsgevarafelag luttekur fegið í hesum arbeiði. Eftir fíggjar- og búskaparkreppuna, sum var í 90’unum, settu arbeiðsgevarafeløgini og fakfeløgini saman við Menningarstovuni skjøtul á arbeiðið at fáa ein greiðan vinnupolitikk. Hetta varð gjørt ásannandi, at eitt sunt og burðardygt vinnulív er grundarlagið undir einum sunnum búskapi. Nú er tíð uppá, at tey, sum hava áhuga í at menna føroyskt vinnulív, seta út í kortið, so fortreytirnar eru greiðar, og tað ber til at leggja ætlanir. Hetta kundi verið ein leistur fyri endurskoðan av landsins vinnupolitikki.

 

Endurskoða vinnnupolitikkin

Tað er eingin orsøk at byrja heilt av nýggjum. Grundarlagið er gjørt í áður nevndu ritum, og tískil er talan um at endurskoða og dagføra vinnupolitikkin.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tað sjónarmið, at tað hevur alstóran týdning, at yvirskipaða vinnulóggávan er einføld og so vítt gjørligt eins fyri allar vinnugreinar. Hetta fyri at tryggja gjøgnumskygni og stimbra hugin hjá teimum virkisfúsu. Somuleiðis skal hetta tryggja, at vinnulívið hevur fokus á at fáa fyritøkurnar at ganga so væl sum gjørligt, í staðin fyri at fokusera uppá lóggávu og at ganga ørindi til politisku skipanina. Endamálið kann bert náast gjøgnum ein greiðan vinnupolitik. 

 

Hvørt aðalráð og hvør kommuna tekur avgerðir og ger lógir og kunngerðir, sum hava týdning fyri vinnulívið. Tað hevði uttan iva verið ein fyrimunur, um allir almennir myndugleikar høvdu ein greiðan vinnupolitikk at halda seg til, tá avgerðir verða tiknar og átøk verða gjørd, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið.

 

Ein greiður vinnupolitikkur, sum er frískur í huganum hjá landsstýrisfólki, hevði kunnað verið við til at fyribyrgt, at einstakir landsstýrismenn ella løgtingslimir koma við ítøkiligum ætlanum ella uppskotum, sum eru í stríð við ein yvirskipaðan politikk.

 

Herfyri boðaði landsstýrismaðurin í Samferðslumálum frá, at eitt tunnislið skuldi setast á stovn á Landsverki fyri at fáa gjørt tunlar til smærru bygdirnar í Føroyum. Hetta er í stríð við ein áralangan politikk um, at størri verkætlanir vera bjóðaðar út fyri at fáa verkætlanina framda so skjótt og kostnaðareffektivt sum gjørligt.

 

Vikuna eftir boðskapin um tunnilslið frá landsstýrismanninum í samferðslumálum boðar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum frá, at í fíggjarkørmunum fyri komandi ár leggur Landsstýrið dent á at útveita tað, sum útveitast kann, og at landsstýrið í einum og øllum leggur dent á at skapa virksemi og ikki at byggja upp almenna sektorin.

 

Í einum slíkum føri hevði tað verið betri, um avgerðirnar tóku støði í einum yvirskipaðum vinnupolitikki, so vinstra og høgra hond vóru betur samskipaðar.

 

Annað dømið, sum nevnast kann, er politisku útmeldingarnar um útlendskan kapital í føroyskari vinnu. Uttan at taka dagar ímillum, í hvønn mun útlendskur kapitalur skal kunnu luttaka í føroyskum vinnulívi, so undrar tað Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað almenna á heimasíðuni Invest in the Faroes dyrgir eftir útlendskum kapitali til eitt nú fiskivinnuna, samstundis sum landsstýri er í ferð við at forða fyri útlendskum kapitali í uppskotinum um nýggja fiskivinnunýskipan.

 

Mælt verður til

     -  at endurskoða og dagføra yvirskipaða vinnupolitikin

    -  at allir vinnugreinapolitikkir hava støði í yvirskipaða vinnupolitikkinum

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi