Tíðindi: Hoyringssvar Ι 23. juni 2017
Uppskot til kunngerð um fyribyrging og týning av rottu til hoyringar

 

Uppskot til kunngerð um fyribyrging og týning av rottu til hoyringar

 

Fylgiskriv

 

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til 23. juni 2017.

 

 

Svar frá feløgunum í Vinnuhúsinum, Havbúnaðarafelagið undantikið.

 

Viðv. Kunngerð um fyribyrging og týning av rottu­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Feløgini í Vinnuhúsinum, tó ikki Havbúnaðarfelagið, ið sendir egið hoyringssvar, hava hesar viðmerkingar til kunngerð um fyribyrging og týning av rottu, ið varð send til hoyringar 26. mai 2017.

 

Feløgini taka undir við endamálinum í kunngerðini men meta samstundis, at grein 7, stk. 5 er ov víðfevnandi, tá ið kravt verður skrivlig váttan frá avskipara fyri, at vøran er efitrkannað fyri rottu síðstu tveir tímarnar undan avskipan.

 

Í flestu førum verða sendingar gjørdar til reiðar í góðari tíð á rottufríum goymslum. Summar fyritøkur hava eitt ótal av sendingum hvønn dag, og skal henda áseting haldast, fer umsitingarliga byrðan at vaksa bæði í tíð og pengum, og natúrliga fylgjan av hesum er, at tað verður dýrari at flyta sendingar á rottufríu oyggjarnar.

 

Feløgini mæla til at strika grein 7, stk. 5, annað punktum. Annars verður tikið undir við uppskotinum.

 

 

Svar frá Havbúnaðarfelagnum

Víst verður til uppskot til kunngerð um týdning av rottu, sum varð sent Havbúnaðarfelagnum til ummælis. Felagið takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskotið til kunngerð.

 

Havbúnaðarfelagið hevur tó onga viðmerking til kunngerðina.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi