Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til kunngerð um sigling undir Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi

 

Uppskot til kunngerð um sigling undir Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi

 

Fylgiskriv

 

 

Svar frá Ferðavinnufelagnum

 

Viðv. Kunngerð um sigling undir Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi­­­­­­­­­­

Víst verður til teldubræv tykkara frá 30. mai 2017 har heitt verður á Ferðavinnufelagið um at gera viðmerkingar til uppskot um sigling undir Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi.
 

Felagið takkar fyri, at hoyringsfreistin varð longd ein mánað men vil samstundis minna á, at regluverk sum ávirkar ferðavinnuna eigur at verða sent til ummælis í lágárstíð, soleiðis at vinnuligu aktørarnir hava ein veruligan møguleika at viðgera málið til fulnar. Summarið er rakstrartíð í ferðavinnuni og lítil og eingin tíð er til fyrisiting, fundir og pappírsarbeiði.


Felagið tekur undir við endamálinum í kunngerðini og grundleggjandi fegnast Ferðavinnufelagið um, at Innlendismálaráðið setur umhvørvið á breddan. Ferðavinnufelagið hevur limir í felagnum, sum liva av at gera útferðir kring oyggjarnar. Uttan fuglin í bjørgunum hevði grundarlagið fyri hesum fyritøkum verið skert munandi.


Tað er einki at ivast í, at torført verður at hava eftirlit við reglugerðini, sum fyriliggur í uppskotinum. Tískil er tað týdningarmikið, at avmarkingarnar liggja á eini legu, sum ger tað gjørligt at halda reglugerðina. Ferðavinnufelagið vil tí staðilig mæla til, at hámarksferðin í grein 2 verður økt frá 5 sjómíl til 10-15 sjómíl.


Tað er ein sannroynd, at í Føroyum rekur tað ofta meiri enn 5 míl, og í roynd og veru fara fleiri bátar at hava trupulleikar við at sigla so seint. Verður hámarksferðin hinvegin hækkað til 10-15 míl verður ein veruligur møguleiki at halda reglugerðina, og størri verða sannlíkindini fyri, at endamálið við kunngerðini, at verja og varðveita fuglin í bjørgunum, verður varðveitt.

 

Á henda hátt er eisini møguligt hjá vanligum føroyskum útróðrarbátum at halda reglugerðina í vanligari sigling nær landi. Eins og óneyðugt verður við undantakinum fyri bátar í fastari rutusigling. Ein áseting sum Ferðavinnufelagið ikki dugir at síggja er neyðug.

 

Kunngerðin verður galdandi í Ramsarøkjunum og tískil ikki í øllum landinum. Væntast kann tí ikki, at allir bátaførarar fara at vita av reglugerðini. Tað er tískil týdningarmikið, at Innlendismálaráðið vísir gløggskygni, tá ið hámarksferð og fjarðstøða verða ásett. Myndugleikarnir eiga at hava í huga, at avmarkingarnar verða soleiðis háttaðar, at bátaeigarar yvirhøvur halda avmarkingarnar í vanligari sigling, samstundis sum avmarkingarnar tæna endamálinum í kunngerðini. Tað er eingin loyna, at eyðsýndar avbjóðingar eru við upplýsing, frámerking og próvførslu. Tískil verður mælt til hóvsemi og at hækka hámarksferðin til 10-15 míl.

 

Sum Ferðavinnufelagið áður hevur ført fram, er felagið framvegis av teirri fatan, at átøk sum skulu fremja burðadygga ferðavinnu og hava til endamáls at verja og varðveita tilfeingið, fáa bestan virknað, um tey fara fram gjøgnum upplýsing, kunning og útbúgving. Felagið hevur í tilgongdini av verju av Ramsarøkjunum talað fyri eini loyvisskipan fyri ferðavinnuna, sum skuldi fevna um eina útbúgving við millum annað undirvísing í djóra/fuglalívi í  Ramsarøkinum, hvørji árin eru og hvørji atlit skulu takast.

 

Vónandi taka avvarandi myndugleikar henda tráðin hjá Ferðavinnufelagnum upp. Ferðavinnufelagið metir, at skilabest hevði verið við eini loyvisskipan fyri ferðavinnuna at virka í hesum djóra- og fuglaríku økjum, heldur enn at lóggeva á økinum. Í sambandi við fyriliggjandi uppskot vil felagið staðiliga mæla til, at hámarksferðin verður hækkað úr 5 míl til 10-15 míl.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi