Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Russisk sendinevnd á vitjan í Vinnuhúsinum
Ilya Shestakov, landbúnaðar- og fiskimálaráðharri í Russlandi, við fylgi er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Fyrrapartin í dag vóru vinnuumboðini í ferðalagnum á vitjan í Vinnuhúsinum.

 

Í sambandi við, at russisk sendinevnd við Ilya Shestakov, landbúnaðar- og fiskimálaráðharra, á odda er á vitjan í Føroyum, vóru russisk vinnulívsfólk á vitjan í Vinnuhúsinum fyrrapartin í dag.

 

Russisku vinnulívsfólkini kunna seg um føroyskt vinnulív, og serligan áhuga hava tey fyri tí partinum av vinnuni, sum veitir tænastur til fiski- og alivinnuna. Flestu av russisku vinnuumboðnum hava í øðrum sambandi vitjað í Føroyum fyrr.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi