Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til kunngerð um luftdálking frá skipum til hoyringar

 

Uppskot til kunngerð um luftdálking frá skipum til hoyringar

 

Fylgiskriv

 

 

Svar frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip

 

Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) hevur hesar viðmerkingar til uppskotið til kunngerð um luftdálking frá skipum.

 

Grundleggjandi er RFF ímóti strangari krøvum, enn Føroyar hava bundið seg til í altjóða sáttmálum. Hinvegin skilir felagið í hesum ítøkiliga førinum endamálið við § 6 í uppskotinum til kunngerð.

 

Tó meta vit, at uppskotið neyvan er vent móti virknari vinnu, sum virkar til og úr Føroyum, men heldur móti skipum, sum velja at liggja við bryggju ella fyri akker í Føroyum í longri tíð. Tí metir felagið, at 2 tímar er ov stutt tíð sum avmarking hjá skipum at liggja, og mæla vit, til at hetta tíðarskeið verður 12 tímar. 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi