Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 7. august 2017
Skeið í nýggjum byggireglum
30. og 31. august 2017 skipa Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið fyri fyrsta av trimum skeiðum í nýggju byggireglunum, sum taka støði í nýggju bygningskunngerðini, nevnd BK17.

Nógv er at seta seg inn í, eftir at tað í Føroyum eru komnar nýggjar reglur at byggja eftir, sum taka støði í nýggju bygningskunngerðini, BK17, ið varð sett í gildi við ársbyrjan 2017.

Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið ynskja, í samstarv við Landsverk, at virka fyri at byggivinnan er ílætin at umsita og handfara nýggju byggireglugerðina BK17, og bjóða í felag út skeið í nýggju bygningsreglunum. Talan verður um trý ymisk skeið, ið taka støði í BK17, og sum verða hildin seinna hálvár 2017. Sum ein liður í at førleikamenna vinnuna, endar hvørt skeið við einari uppgávu, ið – um staðið royndina – gevur eitt próvbræv. Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið arbeiða móti, at byggiharrar og byggimyndugleikar í framtíðini kunnu krevja, at tey, sum søkja um byggiloyvir, í ávísum førum skulu hava próvbræv fyri at hava staðið roynd í BK17.

Tað fyrsta skeiðið, sum verður 30. og 31. august, fara Ragnar Mouritsen frá Sp/f RAM og Søren Aggerholm frá SBI – Statens Byggeforskningsinstitut – at standa fyri. Hetta skeiðið, sum verður hildið yvir tveir dagar, tekur støði í kapittul 7 í BK17, ið er Orka. Fyrri dagurin verður um orku sum heild við atliti at BK17, meðan seinni dagurin snýr seg um útrokningar av orkukørmunum í forritinum BE15.

Næsta skeið, ið verður síðst í oktober 2017, tekur støði í kapittul 5, Brunaviðurskiftir. Tað verður MARSH A/S, ið kemur at standa fyri hesum skeiði, og tekur tað 3 dagar. Tað seinasta skeiðið verður í november/desember, og tekur hetta skeið støðið í teimum írestandi kapitlunum. Tað vera Rúni Abrahamsen, stjóri í MAP, og Marius Müller, deildarleiðari hjá Tórshavnar Kommunu, ið koma at hava hetta skeiðið.

Skeiðið er ætlað ráðgevum, byggimálsviðgerum og øðrum, ið hava hollar royndir  við myndugleikaprosjektum. Fyriskipararnir tilskila sær rætt til ikki at taka umsøkjarar inn, sum ikki lúka fortreytirnar um førleikar.

Tað er ikki nakað krav at melda seg til báðar dagar, tí møguligt er at melda seg til bert annan dagin. Kostnaðurin er 3.500 krónur fyri hvønn dagin, men um ein teknar seg til báðar dagarnar, er prísurin 6.000 krónur. Nærri kunning um skeiðini kemur seinni.

 

Nærri kunning um tilmelding kemur seinni, tó ber til at tekna seg til skeiðið longu nú hjá Byggiharrasamtaki Føroya, t-postur: malu@lv.fo, ella við at ringja á tlf. 290 880.
 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi