Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 7. august 2017
Skeið í Commissioning og tí feilfríu avhendanini
Ráðgevarafelagið skipar fyri skeiði í Commissioning og tí feilfríu avhendanini saman við FRI 8. september 2017

 

Skeiðið er ætlað ráðgevum, arbeiðstakarum og byggiharrum. Endamálið við skeiðum er fáa vitan um, hvussu tekniskar skipanir kunnu avhendast til optimalan rakstur.   

 

Undirvísarar verða Rolf Simonsen, Værdibyg og Søren Tholstrup, NIRAS.

 

Skeiðið verður fríggjadagin 8. september 2017 á Hotel Føroyum frá kl. 9.00 til 16.00

 

Tilmelding fer fram umvegis teldupost til industry@industry.fo. Tilmeldingin er bindandi og gjaldast skal frammanundan. Peningurin verður ikki afturgoldin um luttakari ikki fær møtt, til ber tó at lata plássið til onkran annan. Tilmeldingarfreistin er 1. september 2017.

 

Kostnaður fyri limir í Ráðgevarafelagnum kr. 2.500 og kr. 5.000 fyri ikki limir. Og skal flytast á: 6460-1800088 ella 9181-1690185.

 

Les meir um skeiðið her 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi