Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til kunngerð um førleikameting til hoyringar

 

Uppskot til kunngerð um førleikameting

 

 

Svar frá Føroya Handverksmeistarafelag

 

Føroya Handverksmeistarafelag tekur undir við, at farið verður undir skipaða førleikameting í Føroyum. Felagið hevur viðgjørt uppskotið til kunngerð um førleikameting, og hevur bert eina viðmerking.

 

Tað eigur at standa nevnt, at tey, ið eru vorðin førleikamett síðani fara undir eina útbúgvingartilgongd, sum endar við próvtøku á sama hátt, sum hjá teimum, ið taka útbúgvingina eftir vanligum leisti. Fyri yrkisútbúgvingar merkir hetta, at tað eru skoðanarmeistarar, sum próvdøma sveinaroyndirnar.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi