Tíðindi: Havbúnaður Ι 14. august 2017
Eftirspurningurin eftir aldum laksi økist uttanfyri ES
- Fólk uttanfyri Evropa eru veruliga við at fáa eyguni upp fyri aldum laksi, serliga marknaðirnir í USA, Asia og miðeystri, og eftirspurningurin økist. Føroyar hava tó enn onga fríhandsilsavtalu við lond uttanfyri Evropa.

Í fyrra hálvári 2017 fór sambært Kontali Analyse uml. 44% av heimsframleiðsluni av aldum laksi til ES-marknaðin. Hetta er minsti partur nakrantíð, og staðfestir øktan áhugan fyri aldum laksi uttanfyri Evropa. Sambært Kontali er ES-marknaðurin sum heild meira viðbrekin fyri prísbroytingum, í mun til marknaðirnar uttanfyri ES.

 

Eisini hjá alirisanum Noregi, sum vanliga útflytir størsta partin av laksinum til ES-marknaðin, var talan um eina minking uppá 6 prosentstig í laksaútflutninginum til ES í fyrra hálvári 2017 í mun til fyrra hálvár 2016.

Føroysku laksaútflytararnir útfluttu sambært tølum frá Hagstovu Føroya eitt sindur størri nøgd til ES fimm fyrstu mánaðirnar í ár, meðan útflutta nøgdin til Kina og USA minkaði nakað. Annars hevur støðan seinnu árini sum heild verið tann, at ein alsamt størri partur av føroysku laksaframleiðsluni er farin til marknaðir uttanfyri ES.

 

Á fleiri marknaðum uttanfyri ES, hava føroyskir laksaútflytarar tó ikki líka góða marknaðaratgongd, sum  kappingarneytarnir úr eitt nú Noregi, Skotlandi og Írlandi. Hetta er m.a. orsakað av vantandi heilsufrøðiligum avtalum og vantandi fríhandilsavtalum. Í løtuni hevur Føroyar onga galdandi fríhandilsavtalu uttanfyri Evropa. Fyrsta stigið kann tó verða tikið seinni í ár, um og tá Turkaland endaliga góðkennir undirskrivaðu fríhandilsavtaluna við Føroyar.

Vantandi heilsufrøðiligar avtalur eru ein forðing fyri útflutningin til eitt nú Australia og Brasil.

 

Keldur: Intrafish og Hagstova Føroya.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi