Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til kunngerð um Miðlastuðulsnevnd til ummælis

 

Uppskot til kunngerð um Miðlastuðulsnevnd til ummælis

 

 

Svar frá Samskifti

 

Hoyringssvar - kunngerð um Miðlastuðulsnevnd til hoyringar­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldubræv tykkara 7. september 2017 um uppskot til kunngerð um Miðlastuðulsnevnd.

 

Grein 4 umrøður endurgjald av stuðli. Møguliga átti mark at verið sett á áratal aftureftir. Sjálvsagt skal skeivur stuðul rindast aftur, men eru óvitandi mistøk gjørd og ikki varnast vegna væntandi eftirlit hjá nevndini, er spurningurin hvør skal standa eftir við trupulleikanum.

 

Í §6. stk. 2 verður víst til, at formaðurin ræður yvir møguligum peningi til sakkønar metingar. Fyri at fyribyrgja møguliga misnýtslu av peningi kundi umhugsast at ásett hámark ella tryggja, at nevndin kann verða við í avgerðini, um talan verður um størri upphæddir.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi