Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Kunngerð um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki (Heimaframleiðslukunngerðin)

 

Kunngerð um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki (Heimaframleiðslukunngerðin) 

 

 

Svar frá Handilsvinnufelagnum

 

Hoyringssvar til uppskot til kunngerð um heimaframleiðslu­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Handilsvinnufelagið hevur fingið uppskot til kunngerð um framleiðslu og sølu av matvørum, sum ikki eru virkaðar á løggildum matvøruvirki til hoyringar.

 

Talan er um broytingar, sum vóru væntandi, nú matvørulógin var broytt í vár. Í allýsingunum í grein 2, nummar 3, verða tvey sløg framleiðarum í øðrum liði allýstir:

 

1. Heilsøla, smásøla, torg o.tíl.
2. Matstovur  

 

Munur er tó á í hvønn mun, hesir báðir bólkar kunnu fáast við matin. Heilsølur, smásølur, torg o.tíl. kunnu sambært ásetingini marknaðarføra og selja heimaframleiðsluvørur, meðan matstovur kunnu viðgera, tilvirka, marknaðarføra og selja heimaframleiðsluvørurnar.

 

Í grein 6, sum snýr seg um víðarivirking o.a. stendur í stk. 4, at framleiðarar í øðrum liði, ið eru løggild matvøruvirki, kunnu handfara, skera sundur og pakka heimaframleiðsluvørur treytað av, at løggilda vøran ikki kemur í samband við ta óløggildu vøruna. Hetta gevur teimum tó ikki heimild til at tilvirka og viðgera heimaframleiðsluvøru. Handilsvinnufelagið vil vísa á, at slaktarar og krásadeildir eiga at kunna tilvirka og viðgera heimaframleiðsluvørurna til nýggja vøru at selja brúkaranum og vil heita á Uttanríkis- og vinnumálaráðið at laga grein 2 og grein 6 soleiðis til, at uppskotið eisini tænir hesum endamáli.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi