Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni

 

Uppskot til broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Ummæli av uppskoti um broyting í elveitingarlógini­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til lógaruppskotið um broyting í elveitingarlógini (ymiskar el-prísir).


Uppskotið snýr seg um, at landsstýrismaðurin kann loyva SEV at áseta ein serligan el-prís fyri el, sum verður nýtt til hitapumpur og til at løða el-bilar. Munurin til hægsta el-prís kann í mesta lagi verða 40 oyru (50 oyru v/MVG). Hetta kann vera galdandi alt døgnið, ella part av døgninum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað sum útgangsstøði vera positivt, at møguleiki verður fyri at differentiera el-prísin, so tann avlopsorka, sum serliga er um náttina, í størri mun verður gagnnýtt. Um tað eydnast at fáa eina javnari el-nýtslu í samdøgrinum, eru umstøðurnar fyri at gagnnýta varandi orkuna betri enn í dag, og alt annað líka verður minni tørvur á útbyggingum á framleiðsluni. Tó heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at heimildin átti at verið víðkað, so SEV harumframt fekk heimild at lækka el-prísin til privatu vinnuna tá avlopsorka er tøk (serliga um náttina).

 

Viðmerkingarnar lýsa ikki, hvussu uppskotnu broytingarnar kunnu væntast at ávirka SEV búskaparliga, og harvið elprísin sum heild. Um tað eydnast at fáa umlagt ein part av el-orkuni til um náttina, kann størri partur av avlopsorkuni verða gagnnýttur, og er tað sannlíkt ein fyrimunur fyri SEV. SEV fær eisini eykainntøkur frá elsølu í tann mun, at fólk leggja um frá oljufýri til hitapumpur og frá bensin- og dieselbilum til elbilar. Hinvegin má SEV sannlíkt gera íløgur í framleiðsluna fyri at nøkta økta eftirspurningin eftir streymi. Viðmerkingarnar eiga at lýsa, hvussu hetta kann væntast at ávirka búskapin hjá SEV, fyri harvið at kunna meta um ávirkanina á elprísin.

 

Samanumtikið tekur FAG sostatt undir við broytingunum, men hetta má ikki viðføra, at vanligi elprísurin hækkar, men heldur verður eitt amboð hjá SEV at lækka el-prísirnar generelt, so kappingarførið hjá Føroyum betrast.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi