Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

 

Javntekstur

 

Svar frá Føroya Arbeiðsevarafelag

 

Hoyringssvar: Broyting í løgtingslóg um barsilsskipan­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldubræv tykkara, sent okkum 6. oktober 2017, har broytingar í løgtingslóg um barsilsskipan verða senda til hoyringar.

 

Ítøkiliga hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag viðmerking til broytingina í § 14. Tá nú henda grein verður broytt soleiðis, at løntakarar fáa lagt lógarásetta eftirlønargjaldið omaná barsilspeningin, eigur samsvarandi at verða ásett í § 15 stk. 2, at arbeiðsgevari eisini fær endurgjald fyri goldna eftirløn.

 

Harafturat átti lógaruppskotið at havt allar upplýsingar við, eisini øktar umsitingarútreiðslur hjá Barsilsskipanini. Eisini hevði verið hóskandi at sæð, hvussu framrokningarnar av fíggjarliga rásarúminum í Barsilsgrunninum eru gjørdar. Um tað veruliga er so, at rúmd er fyri longdum barsilstíðarskeiði, er tað ein staðfesting av, at inngjaldið til skipanina hevur verið ov høgt.

 

Seinastu árini er barsilslógin broytt ógvuliga ofta, uttan at tað sær út til at vera nakað yvirskipað endamál við broytingunum.

 

Hesaferð verður sagt fremst í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, at lógaruppskotið er ein liður í, at “Landsstýrið raðfestir arbeiðsmarknaðarmál.”

 

Til hetta er at siga, at tað tykist løgið, at landsstýrið tekur fólk av arbeiðsmarknaðinum í eini tíð, har tað í forvegin er trupult at finna tøka arbeiðsmegi til at loysa uppgávurnar á arbeiðsmarknaðinum. Harafturat fremur uppskotið ikki javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum. Um vit vilja tað ella ikki, so er tað ein sannroynd, at tað eru kvinnurnar, sum taka meginpartin av barnsburðarfarloyvinum, og við hesum vera tær uppaftur longri av arbeiðsmarknaðinum, hvørja ferð tær eiga eitt barn.

 

Yvirskipað til barsilslógina hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag áður víst á, at bæði foreldur áttu at havt rætt til frítt at býta barnsburðarfarloyvi sínámillum, soleiðs sum tey ynskja tað. Hetta er framvegis støða okkara hesum viðvíkjandi.

 

Eisini hava vit víst á, at tíðin er komin til at taka alla barsilsskipanina upp til eina heildarviðgerð, har hugt verður eftir, um tað er tørvur á at gera skipanina meiri liðiliga, soleiðis at hon passaði betur til tørvin hjá ymsu foreldrunum, ístaðin fyri áhaldandi at gera smáar broytingar við stuttum millumbilum. Føroya Arbeiðsgevarafelag er sjálvsagt sinnað at luttaka í einum tílíkum arbeiði. 

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir við støði í omanfyri standandi frá áhaldandi at gera smærri broytingar í barsilslógini, og soleiðis eisini frá at samtykkja tað broytingaruppskot, sum nú er sent til hoyringar.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi