Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands

 

 

Svar frá Ferðavinnufelgnum

 

Hoyringssvar til broyting í ll. um Visit Faroe Islands­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Ferðavinnufelagið hevur fingið uppskot til ll. um broyting í ll. um P/F Visit Faroe Islands til ummælis, og felagið hevur hesar yvirskipaðu og ítøkiligu viðmerkingar.

Yvirskipaðar viðmerkingar
Sambært lógaruppskotinum er tað ein broyting í ferðagjaldinum, sum skal fíggja menningarvirksemið á Visit Faroe Islands. Ferðavinnufelagið vil í hesum hoyringssvari staðiliga mótmæla hesari ætlan. Tað, at tørvur er á eini menningardeild, er í sær sjálvum prógv um, at fleiri ferðafólk fara at koma til Føroyar, og tí eigur ein menningardeild ikki at hava tørv á seta eyka gjøld á tey núverandi ferðandi ella vinnuna, ið framvegis er í holt við at fóta sær. 

 

Nú ræður um hjá samgonguni at trúgva upp á ta politisku raðfesting, ið var gjørd í 2013. At trúgva upp á øktar inntøkur frá ferðavinnuni, sum longu nú síggjast í búskapartølunum, so hvørt sum ferðavinnuvøksturin økist.

 

Tørvurin á eini menningardeild kemst av eini sannføring um, at fleiri ferðafólk fara at koma til Føroyar í framtíðini. Hesi ferðafólk leggja nógv eftir seg, sum endar beint í landskassanum.

 

Dømi: Ferðagjaldið er í dag 65 krónur fyri hvønn ferðandi, ið fer av landinum, tvs. at hvør eyka ferðandi somuleiðis rindar 65 krónur, umframt at alt, ið ferðafólkið keypir í Føroyum, rindar viðkomandi mvg av. Etur tann ferðandi bert eina máltíð fyri 1.000 krónur á eini matstovu, enda 250 av hesum í landskassanum. Um vit bert brúka hesi tølini, og ferðafólkatalið økist við 10.000 ferðafólkum, svarar tað til góðar tríggjar milliónir beinleiðis í landskassan. Hetta eru bert tvey dømi, tí hvør vanligur ferðandi brúkar sjálvandi meira enn 1.000 krónur upp á vørur og tænastur í Føroyum. Umframt hetta koma eisini tær óbeinleiðis inntøkurnar, sum standast av einum ferðafólkavøkstri, eitt nú hægri partafelagsskattur og inntøkuskattur orsakað av, at ferðavinnan er ein tænastuvinna, har tað er tørvur á nógvum starvsfólkum.

 

Uppskotið stríðir somuleiðis beint ímóti teimum átøkum, sum landið hevur sett í verk fyri at skapa størri ferðavinnuvøkstur í Føroyum. Saman við føroysku ferðavinnuni hevur Visit Faroe Islands gjørt eitt megnararbeiði í marknaðarføringini uttanlands, men kappingin um ferðafólkini er beinhørð, og Føroyar eru framvegis eitt lítið ferðavinnuland, sum fá kenna.

 

Ferðavinnan er í roynd og veru ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við ferðavinnuna í øðrum londum. Tað er tí av alstórum týdningi, at gjøld og kostnaðir í ferðavinnuni eru kappingarfør. Politiskt hava uppskot áður verið frammi um at lækka ella heilt at avtaka ferðagjaldið. Hetta er ein leistur, sum Ferðavinnufelagið tekur fult undir við.

 

Tað má ikki gloymast, at ferðavinnan er í tí serligu støðu, at nógvir av okkara kundum koma bert eina ferð, tí er neyðugt at marknaðarføra okkum til nýggjar kundar á hvørjum ári fyri at halda verandi ferðafólkstreymi. Tí má fremsta aðalmálið hjá Visit Faroe Islands verða at marknaðarføra Føroyar uttanlands og skapa ferðavinnuvøkstur soleiðis, at ferðavinnan kann gerast ein burðardygg súla undir tí annars heldur viðbrekna føroyska búskapinum. Endamálið við menningardeildini skal tí verða at stuðla upp undir, at ferðafólkini spjaðast kring landið soleiðis, at so nógv øki í landinum sum gjørligt kenna ágóðarnar av ferðavinnuni við øktum vøkstri, fleiri starvsmøguleikum, øktum virksemi og fleiri tænastuveitingum.

 

Ferðavinnufelagið tekur annars undir við yvirskipaða endamálinum í lógarbroytingini, sum er at stimbra ferðavinnumenningina í Føroyum við broyttum bygnaði og stuðulsskipanum. Eftirspurningur hevur verið eftir hesi broyting, sum er neyðug fyri, at ferðavinnan í Føroyum kann samskipast skynsamt í framtíðini. Samstundis er tað avgerandi fyri føroyska samfelagið, at Visit Faroe Islands framhaldandi verður ein kveikjari, ið virkar fyri vøkstri í føroysku ferðavinnuni.
 

 

Ítøkiligar viðmerkingar
§ 2, stk 1:
Fremsta orsøkin, til at P/F Visit Faroe Islands varð sett á stovn, var, at landið ynskti at stimbra ferðavinnuvøksturin í Føroyum. Hesin partur eigur ikki at verða pilkaður úr, nú menningarpartinum skal byggjast upp. Fremsta uppgávan hjá almenna partafelagnum Visit Faroe Islands má til allar tíðir verða at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu. Samskipa, menna og marknaðarføra eru ikki endamál í sjálvum sær. Hetta eru hættir at røkka endamálinum, nevniliga at skapa vøkstur.
 

Ferðavinnufelagið vil tí staðiliga mæla til, at

“til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu”.
 

verður varðveitt í §2, stk. 1 og ikki strikað, sum hetta lógaruppskotið leggur upp til.
 

§ 2, stk 2:
Sambært uppskotinum tykist tað sum um, at stk. 2 skuldi strikast, men Ferðavinnufelagið hevur fingið upplýst frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, at talan er um eina villu, og at  §, stk. 2 framvegis ljóðar soleiðis:
 

“P/F Visit Faroe Islands røkir sínar uppgávur í samstarvi við ferðavinnuna í Føroyum.”

 

Afturat hesum skal viðmerkjast, at í fíggjarligu avleiðingunum fyri landið verður nevnt, at menningarvirksemið skal fíggjast við eykajáttan, sum verður inntøkufíggjað við at fremja broyting í ferðagjaldinum. Neyðugt er at viðmerkja, at ætlaða broytingin í ferðagjaldinum ikki sæst aftur í brotinum um fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna og heldur ikki í yvirlitinum yvir avleiðingar.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi