Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Suður-koreanski ambassadørurin í Danmark á vitjan
Í farnu viku var suðurkoreanski ambassadørurin í Føroyum og kunnaði seg um Føroyar og føroyskt vinnulív.

 

Suðurkorea er, eins og Kina, áhugaverdur marknaður fyri føroyskar útflutningsfyritøkur og Landsstýrið hevur raðfest at fáa handilsavtalu við Korea. Umboð fyri føroyskar myndugleikar hava fyrr verið og vitjað í Seoul og innleiðandi fundirnir vóru góðir. Umboð fyri Suðurkorea hava síðani verið á vitjan í Føroyum fyrst í hesum árinum og í farnu viku var suðurkoreanski ambassadørurin í Danmark á vitjan í Føroyum. Higartil hevur samskiftið millum Føroyar og Suðurkorea verið jalig og gongd er á málunum um at betra handilsligu sambondini landanna millum.

 

Føroyar hevur latið Suðurkorea uppskot til samstarvskarm millum londini. Sum er hevur Føroyar MFN støðu, sum merkir, at føroyskur útflutningur ikki fær hægri toll enn onnur lond, sum ikki hava serskilda fríhandilsavtalu.

 

Gleðiligt er, at Suðurkorea raðfestir Føroyar somikið ovarlaga og koma á vitjan fyri at seta seg inn í føroysk viðurskifti.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi