Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Hoyring um kunngerð um broyting í kunngerð um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss

 

Hoyring um kunngerð um broyting í kunngerð um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss 

 

 

Svar frá Føroya Handverksmeistarafelag

 

Føroya Handverksmeistarafelag hevur viðgjørt uppskotið at lækka ferðaendurgjaldið fyri lærlingar, sum taka skúlagongdina Danmark.

 

Sum útgangsstøði er tað í lagið at tillaga ferðastuðulin, tá flogferðaseðlarnir gerast bíligari. Føroya Handverksmeistarafelag heldur tó, at tað átti at verið hugt eftir, hvør kostnaður liggur í at senda lærlingar av landinum, heldur enn einans at hyggja eftir prísinum á flogferðaseðlunum. Tað eru nógvir kostnaðir afturat flogferðini, sum t.d. innanríkisflúgving, tok, buss, taxa o.s.fr.. Serliga kostnaðarmikið er tað, at lærlingar verða koyrdir av næmingaheiminum, tá tað er feria, sum tað oftast er í longu skúlatíðarskeiðunum, tað veri seg heyst-, vetrar- ella páskaferia.

 

Føroya Handverksmeistarafelag heldur, at tá landstýrið her ynskir at skerja ferðastuðulin fyri teir lærlingar, sum verða noyddir at fara til Danmarkar at taka skúlagongdina vegna manglandi tilboð í Føroyum, eigur útboðið og úrvalið av yrkisútbúgvingum í Føroyum samstundis at økjast.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi