Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald

 

Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Ummæli av lógaruppskoti um veiðigjald­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) takkar fyri møguleikan at ummæla uppskot til løgtingslóg um veiðigjald.

 

Sum FAG í s.v. fiskivinnunýskipanina hevur víst á, heldur felagið tað grundleggjandi vera rættari at skatta ein part av tilfeingisrentuni, heldur enn at skipa eina uppboðssølu, og tað er tí positivt at eitt uppskot um skatting av tilfeingisrentuni nú fyriliggur.

 

Felagið hevur tó hesar yvirskipaðu viðmerkingar til fyriliggjandi uppskot um veiðigjaldið:

 

-   Lógaruppskotið tekur ikki hædd fyri sveiggjunum í fiskivinnuni

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at útrokningin av tilfeingisrentuni má taka hædd fyri teimum sveiggjum, sum eru í fiskivinnuni. Tí er tað ikki rætt at grunda útrokningina av tilfeingisrentuni á eitt einstakt ár. Tá verður hædd bert tikin fyri teimum góðu árunum, meðan tey ringu árini onga ávirkan hava á útrokningina av veiðigjaldinum.

 

Fyri at taka eitt einfalt dømi, so kunnu feløg í einum bólki verða hart skattaði av einum yvirskoti í bólkinum á 40 mió kr í ár 3, hóast bólkurin frammanundan hevur haft eitt undirskot á 20 mió kr um árið í ár 1 og ár 2. Verður útrokningin av veiðigjaldinum bert grundað á tær 40 mió kr. í ár 3, uttan at taka atlit til undirskotið í ár 1 og 2, merkir tað í veruleikanum, at feløg í hesum bólki kunnu koma at rinda veiðigjald fyri ár 3, hóast bólkurin tey 3 árini tilsamans ikki hevur haft nakað yvirskot yvirhøvur.

 

Í vanliga partafelagsskattinum verður hædd tikin fyri hesum, við at tað ber til at framflyta skattligt hall. Líknandi skipan eigur at verða galdandi fyri veiðigjaldið, sum kann tryggja at einstøk góð ár ikki verða skattaði órímuliga hart.

 

Eisini kann nevnast, at tá veiðigjaldið skal gjaldast, kunnu umstøðurnar verða broyttar munandi í mun til tað árið, sum verður nýtt sum útrokningargrundarlag. Við t.d. lækkandi fiskaprísum ella stórum niðurskurði í kvotunum, kann eitt veiðigjald grundað á viðurskiftini tvey ár áðrenn gerast steinur omaná byrðu.

 

-   Gjaldið er ov høgt

 

FAG heldur tað er vera at taka ov rívan til, tá 70% av roknaðu tilfeingisrentuni í einum einstakum ári skal rindast í landskassan. Ikki minst tá tilfeingisrentan, sum nevnt omanfyri, verður roknað við støði í einstøkum góðum árum, heldur enn yvir eitt longri tíðarskeið. Eisini kann vísast á, at sonevnda intramarginala rentan ikki eigur at verða skattað.

 

-   Uppboðssølugjaldið eigur ikki at vera tengt saman við veiðigjaldinum

 

Sum FAG aðrastaðni hevur víst á, er stórur vandi fyri, at uppboðssølugjaldið verður ov høgt í mun til veruliga virðið á fiskirættindunum. M.a. tí eigur uppboðssølugjaldið ikki at verða tengt saman við útrokningini av veiðigjaldinum.

 

-   Veiðigjaldið eigur at fara í búskapargrunnin

 

FAG heldur tað vera umráðandi at áseta í lógini, at inntøkurnar frá veiðigjaldinum fara í búskapargrunnin. Á henda hátt eru størri sannlíkindi fyri, at tað verða langtíðaratlit til eina búskaparliga burðardygga fiskivinnu, sum eru avgerandi, heldur enn stutttíðaratlit til fíggjarlógina fyri komandi ár. Freistingin at skrúva uppá skattingina av tilfeingisrentuni fyri at fíggja nýggj tiltøk á fíggjarlógini verður tá sannlíkt minni, eins og sveiggini á inntøkusíðuni á fíggjarlógini verða minni.

 

-   Skipanin tykist umsitingarliga tung

 

Uppskotna skipanin verður sannlíkt tung at umsita, bæði hjá TAKS og serliga hjá feløgunum í fiskivinnuni. Tá tað í lógaruppskotinum á summum økjum verða gjørdar ávísar metingar, tillagingar og avrundingar, eigur tað at bera til at koma fram til eina skipan, sum er einfaldari at umsita.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi