Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Pensjónsnýskipanin til hoyringar

 

-   Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. 
-   Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. 
-   Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
-   Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Pensjónsnýskipan).
-   Uppskot til løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)(Pensjónsnýskipan).
-   Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

 

Hoyringssvar til eftirlønarnýskipan­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til lógaruppskotini

 

1. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. 

2. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. 

3. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

4. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

5. Uppskot til løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)(Pensjónsnýskipan).

6. Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.

 

umframt fylgiskjalið “Trygg og varandi pensjónsskipan”, sum eru send okkum til hoyringar hin 2. november í ár.

 

Yvirskipað er at siga, at Føroya Arbeiðsgevarafelag metir tað vera neyðugt at tillaga okkara eftirlønar- og pensjónsviðurskifti soleiðis, at tey í framtíðini verða meiri haldfør. Tí kann felagið taka undir við tankanum aftanfyri eftirlønarnýskipanina.

 

Vit meta tó, at soleiðis sum samlaða uppskotið til pensjónsnýskipan er sett saman, eru viðurskifti, sum eru ivasom, og sum felagið er ímóti, sum ikki liva upp til endamálið at gera eina haldføra skipan, og sum eiga at vera broytt, fyri at Føroya Arbeiðsgevarafelag skal kunna taka undir við uppskotinum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag ger einamest viðmerkingar til broytingarnar í framtíðar pensjóns-viðurskiftunum, tað vil siga hjá teimum, sum eru fødd eftir 1953.

 

Tó fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at vísa á, at undir verandi skipan er mótrokningin í viðbótini á 60% fyri árliga inntøku yvir 61.900 kr. sera høg, og hetta hevur stóra ávirkan á hugin hjá pensjónistum at arbeiða. Sum dømi fær ein stakur pensjónistur, ið hevur eina inntøku á 65.000 kr um árið, ein effektivan marginalskatt á uml. 74%. Um tað er eitt politiskt ynski, at pensjónistar fáa møguleikan at arbeiða longri, so mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at mótrokningin í viðbótini verður lækkað munandi, soleiðis at tað fer at loysa seg betur at arbeiða hjá teimum, sum eru fødd áðrenn 1953.

 

Pensjónsaldurin

Landsstýrið er ov lítið ambitiøst í mun til at hækka pensjónsaldurin. At hækka pensjónsaldurin við tilsamans 1 árið inntil 2030, og síðan við møguliga ½ árið 5 hvørt ár alt eftir miðal lívsævi, meta vit vera ov lítið.

 

Hækking av pensjónsaldrinum er tann broytingin, sum í sjálvum sær helst gevur mest í mun til at spara uppá pensjónsútreiðslurnar. Tí undrar tað, at landsstýrið ikki hækkar aldurin nakað skjótari. At dagføra pensjónsaldurin við miðal lívsævini hevur gaman í eina framtíðartrygging við sær, men fyrstu hækkingarnar eiga at ganga skjótari.

 

Tankin um útskotnað pensjón er sum útgangsstøði góður. Tó mæla vit til, at landsstýrið endurskoðar treytirnar fyri hesum, soleiðis at tær gerast meiri liðiligar í mun til kravið um 1.000 arbeiddar tímar um árið. Her kundi møguliga kundi møguliga verið sett eitt lutfall inn ístaðin.

 

Tvungna eftirlønin

Víst verður í uppskotinum á, at nú inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hækkar við tilsamans 3 %, er ikki neyðugt, at tvungna eftirlønaruppsparingin verður meira enn 12 % í mun til 15 %, sum lógin nú sigur. Lagt verður líkasum upp til, at hesi 3 % ganga út móti hvørjum øðrum.

Hetta er ikki rætt. Flestu sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum liggja omanfyri 12 % í eftirløn, og tað vildi verið góðtrúgvið at sagt, at tað ber til at lækka hetta prosent, uttan at tað verður umroknað til løn. Eyka arbeiðsmarknaðargjøldini verða sostatt løgd beint omaná hvørja lønarkrónu, sum ein eyka útreiðsla fyri arbeiðsgevaran.

 

Arbeiðsmarknaðargjøld

Í uppskotinum verður skotið upp, at gjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin fer at hækka við 0,75 % til arbeiðsgevaran og 0,75 % til løntakaran.

 

Tað verður tó ikki lýst, hvussu nógv gjøldini til Barsilsskipanina og til ALS fara at hækka. Við ætlanini um, at eftirløn upp til 12 % skal leggjast omaná hesi gjøld, er púra vist, at gjøldini fara at hækka. Harafturat fara eisini útreiðslurnar hjá arbeiðsgevarum fyri dagpening 1. og 2. sjúkradagin at hækka. Heldur ikki hetta er lýst í uppskotinum.

 

Við undantaki fyri teimum 0,75 % hevur uppskotið tí við sær ókendar og ólýstar útreiðslur fyri arbeiðsgevaran, og vinnan er ikki í eini støðu, har hon tolir fleiri útreiðslur á hvørja lønarkrónu. Lønar-skatturin í Føroyum er frammanundan høgur samanborið við útlendskar skipanir, og tað legst steinur omaná byrðu hjá føroyskum fyritøkum, ið kappast við útlendskar fyritøkur um skikkaða arbeiðsmegi.

Sostatt mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag avgjørt frá, at fleiri gjøld verða løgd á lønarútgjaldingarnar.

 

Mótrokning í grundupphædd

Fólkapensiónin varð upprunaliga fíggjað við einum serligum gjaldi uttanum skattaskipanina. Síðan gjørdist hetta gjald eins og útreiðslurnar til fólkapensiónina partur av skattaskipanini og sást ikki aftur sum serligt eftirlønargjald. Í mun til nýggju eftirlønarskipanna, sum skotin verður upp, ynskir landsstýrið nú at taka stigið víðari frá hesum eisini, og heldur lata fólkapensiónina verða fevnda av útgjaldi úr Arbeiðs-marknaðareftirlønargrunninum, sum fult og heilt verður fíggjaður av arbeiðsmarknaðinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag metir hetta vera eina ógvuliga óhepna gongd, og mælir frá at mótroknað í grundupphæddini.

 

Mótrokning annars

Sum nevnt er ein trupulleiki við verandi pensjónsskipan, at mótrokningin í viðbótini er ov høg. Uppskotið til nýggja pensjónsskipan roynir at loysa hesa avbjóðing við at mótrokna yvir eitt longri inntøkustrekki, og at lata bæði grundupphæddina og viðbótina verða fevnda av reglunum um mótrokning. Men Føroya Arbeiðsgevarafelag metir ikki, at hesin leistur er rætta loysnin, tí effektivi skatturin á pensjónistar verður framhaldandi ov høgur. Marginalskattaprosentið hjá einum pensionisti fer eftir broytingarnar framhaldandi at liggja høgt – millum 60 og 70 %. Sostatt verður hugurin at arbeiða framhaldandi hildin aftur av, at pensjónistar verða revsaðir ov hart fyri at arbeiða, tá ið mótrokningin er so høg.

 

Skotið verður upp, at inngjald til eftirløn skal verða skattað stigvíst úr 30 % til 40 %, soleiðis at tað betur skal loysa seg hjá lágløntum at spara upp. Av tí at útgjøld av forskattaðari lutaeftirløn og lívrentu undir nýggju skipanini verður tald við í inntøkugrundarlagið fyri mótrokning, merkir tað tó, at effektiva skattaprosentið av pensjónini verður munandi hægri enn bara forskattingin. Hetta tí at uppsparingin í sær sjálvum førir til mótrokning. Føroya Arbeiðsgevarafelag sóknast eftir ítøkiligum útgreiningum, sum vísa virknaðin av hesum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at viðbótin verður mótroknað nógv linari, soleiðis at málið um at fáa fólk at arbeiða longri verður rokkið. Uppsparing til aldurdómin ella arbeiði eftir pensjónsaldur eigur ikki at verða so ógvusliga skattað og mótroknað, at tað hvørki loysir seg at spara upp til ella at arbeiða eftir pensiónsaldur.

 

Javning av almannaveitingum

Skotið verður upp, at almannaveitingar frameftir verða javnaðar við miðaltal av broyting í prístali og broyting í almenna lønarkarminum, tó kunnu veitingarnar ongantíð lækka. Hetta merkir, at á henda hátt fara almannaveitingarnar við tíðini at hækka við meira enn miðalhækkingini av prístali og lønarkarmi. Her má tí setast inn ein indexjavning yvir ár.

 

Haldførið

Ført verður fram í uppskotinum, at uppskotið til eftirlønarnýskipan fremur haldførið hjá føroyska búskapinum. Millum annað tí, at vanliga fólkapensiónin nú lutvíst skal verða avloyst av útgjaldi úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, sum nú ikki er eitt ískoyti til pensión, men partur av grundarlagnum. Tí skal meira gjaldast inn í grunnin, heldur enn at tað verður spart upp til eftirløn.

Tað er tó ein greiður munur á, um goldið verður inn til eftirløn, ella um goldið verður inn í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. So at siga ongin uppsparing er í Arbeiðsmarknaðar-eftirlønargrunninum, og tað ger hann sárbaran í mun til sveiggj í búskapinum. Eru útrokningar t.d. gjørdar í mun til, hvat hendur, tá arbeiðsstyrkin ella lønarsummurin í samfelagnum lækkar?

 

Samanumtikið

Sum nevnt tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við tankanum aftanfyri nýskipanina, men her eru fleiri viðurskifti, sum vit meta vera ógvuliga óheppin.

 

Samanumtikið vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag á,

-   at landsstýrið er ov lítið ambitiøst í mun til at hækka pensjónsaldurin;
-   at eyka arbeiðsmarknaðargjøldini verða løgd sum ein eyka útreiðsla beint omaná hvørja lønarkrónu, og Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir avgjørt frá, at fleiri gjøld verða løgd á lønarútgjaldingarnar;
-   at neyðugt er, at verandi mótrokning í viðbótini verður lækkað munandi, soleiðis at tað fer at loysa seg betur at arbeiða hjá teimum, sum eru fødd áðrenn 1953;
-   at tað ikki eigur at verða mótroknað í grundupphæddini;
-   at tørvur er á ítøkiligum útgreiningum, sum vísa virknaðin av forskatting av og mótrokning í uppspardari eftirløn;
-   at viðbótin eigur at verða mótroknað nógv linari, soleiðis at málið um at fáa fólk at arbeiða longri verður rokkið;
-   at landsstýrið endurskoðar treytirnar fyri útskotnari pensjón, soleiðis at gerast meiri liðiligar í mun til kravið um 1.000 arbeiddar tímar;
-   at almannaveitingarnar mugu indexjavnast;
-   at vit sakna útrokningar av langtíðarhaldførinum í mun til broytingar í arbeiðsstyrki og lønarsummi.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur tí ikki undir við uppskotinum, sum tað nú liggur.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi