Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya (Dagføringar av endamáli umframt inn- og útgjaldspartinum)

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya (Dagføringar av endamáli umframt inn- og útgjaldspartinum) 

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Ummæli av uppskoti um broytingar í løgtingslóg um búskapargrunn­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) takkar fyri møguleikan at ummæla útkastið um broytingar í Búskapargrunni Føroya. FAG hevur hesar viðmerkingar:

 

Inn- og útgjaldsreglurnar

Í útkastinum til lógaruppskot verður ásett, at tær fyrstu 175 mió kr. frá loyvisgjøld frá alivinnuni, og tær fyrstu 275 mió kr. í tilfeingisgjøldum frá fiskivinnuni líka fara í búskapargrunnin at venda, fyri síðani at fara beint í landskassan. Gjøld omanfyri hetta verða útgoldin fylgjandi fimm árini við fimm eins stórum pørtum.

 

FAG heldur, at hesar útgjaldsreglurnar samsvara als ikki við endamálið hjá grunninum, sum sambært § 1 í lógaruppuppskotinum m.a. skal vera at javna konjukturar og tryggja samhaldsfesti millum ættarlið.

 

Fyri at tryggja, at endamálið við grunninum verður nátt, mugu útgjaldsreglurnar vera soleiðis háttaðar, at peningur serliga verður útgoldin í lágkonjukturi, meðan minni ella einki verður goldið landskassanum í hákunjukturi. Hartil muga greiðar reglar fyri inngjald og útgjald tryggja, at politiska skipanin klárar at standa ímóti ynskinum frá veljaranum um at brúka meiri pening enn ráðiligt í góðum tíðum.

 

Lógaruppskotið ger tað júst øvugta.

 

Sum lógaruppskotið nú er háttað, verður mesti peningurin sannlíkt goldin landskassanum í hákonjukturi, meðan minni verður útgoldið í lágkonjukturi, tí hákonjukturur ofta fellur saman við einari góðari gongd í fiski- og alivinnuni, tá tilfeingis- og loyvisgjøld eru samsvarandi høg. Øll, ella meginparturin av, gjøldunum verða tó útgoldin landskassanum beinanvegin, og so restin í teimum fimm eftirfylgjandi árunum.

 

Mørkini fyri, nær loyvisgjøld og tilfeingisgjøld fara í landskassan ávíkavist búskapargrunnin, tykjast tilvildarliga ásett. FAG mælir til, at allar inntøkur frá loyvis- og tilfeingisgjøldum fara í búskapargrunnin. Við fyriliggjandi uppskoti fer grunnurin ikki at fáa nakran serligan konjukturjavnandi virknað, og fer heldur ikki at tryggja langtíðar haldførið í føroyska búskapinum. Grunnurin verður snøgt sagt alt ov grunnur.

 

Til dømis kundi verið ásett, at grunnurin rindar ávísan prosentsats av grunsfænum til landskassan á hvørjum ári, og at hesin prosentsatsur broytast alt eftir konjukturgongdini. Vísast kann í hesum sambandi til norska oljugrunnin, sum eftir eina ítøkiliga meting útlutar meira enn 3% av grunnsfænum, tá lágkonjukturur er, og minni enn 3%, tá hákonjukturur er.

 

Hví er neyðugt við greiðum og herdum reglum fyri inngjald og útgjald úr búskapargrunninum?

Ein kann byrja við at spyrja seg sjálvan hví landið ikki sparir upp í góðum tíðum? Svarið er heilt einfalt, at politiska skipanin megnar ikki at standa ímóti ynskjum veljarans í góðum tíðum. Tað er nærum ógjørligt at føra fram, at ein uppgáva ikki verður loyst samstundis, sum fíggjarlógin vísir eitt yvirskot á t.d. 500 milliónir. Fáir politikarar høvdu haft dirvið  at staðið fram við slíkum boðskapi og teir, sum høvdu haft hettar dirvið, høvdu kanska ikki verið afturvaldir. Hugsi tykkum at staðið “fyri opnari mikrofon” og nokta at gjørt okkurt átak innan sosiala økið meðan fíggjarlógin vísti eitt yvirskot uppá fleiri hundrað milliónir við tí próvgrund, at vit skula spara upp til verri tíðir. 

 

Skal landið spara upp í góðum tíðum, so vit hava nakað at standi ímóti við í ringum tíðum, tá er neyðugt við greiðum lógarkarmum fyri okkara fíggjarpolitikki. Høvdu vit tað, tá varð ikki neyðugt at spara í ringum tíðum, hartil fara út at lána pening soleiðis, at útreiðslurnar til rentur gerast ovurhonds stórar, umframt vit liva av nái frá lánveitarum.

 

Seinastu árini eru átøk gjørd rættan vegin. Vit hava t.d. fingið Búskaparskipan Landsins (1996),  játtanarlógina (2009), búskaparskipan fyri kommunurnar (2010) og búskapargrunnin (2011), men skal tað eydnast at spara upp í góðum tíðum, verður neyðugt at fara longur á hesi leið. Hyggur ein eftir tilmælum frá serfrøðini, tá sigur OECD millum annað í fylgjandi frágreiðing  “FISCAL CONSOLIDATION: LESSONS FROM PAST EXPERIENCE” (Kelda http://www.oecd.org/dataoecd/21/33/38628499.pdf) at skilagott og neyðugt er at hava hesar reglar:

 

“Budget target” tvs. javnvág millum inntøkur og útreiðslur yvir tíð t.d. 5 ár.

 

“Expenditure target”  eitt hægsta mark fyri vøkstri í útreiðslunum.

 

“Rule to deal with windfall revenues” óvanligar (sera skiftandi) inntøkur verða beindar í búskapargrunn.

 

“Golden rule” tað er ikki loyvt at læna til nýtslu bert til íløgur, sum koma framtíðar ættarliðum tilgóðar.

 

Fleiri av hesum tilmælunum eru sjálvsøgd, tó at reglan um javnvág millum útreiðslur/inntøkur “Budget target”  og eitt hægstamark fyri útreiðsluvøkstri “Expenditure target”  sýnast at røkka sama endamálið. Hví so hava báðar? Jú í góðum tíðum, tá inntøkurnar vaksa skjótt, er neyðugt at tálma vøksturin í almennu útreiðslu vøkstrinum. Hetta til tess at tálma ein búskap, sum frammanundan er heitur, men eisini at tryggja okkum, at vit ikki átaka okkum útreiðslur, ið vit ikki klára at varðveita, tá búskapurin javnar seg  aftur. Við øðrum orðum  mugu vit tálma útreiðsluvøkstrinum og spara upp! Harvið fara vit at føra ein konjukturmótgangandi fíggjarpolitikk heldur enn ein konjukturviðgangandi fíggjarpolitikk, sum vit hava sæð mong dømi um nógvu seinastu árini. OECD kanning vísir á, at besta úrslit fáa vit við at samantvinna hesar reglur, t.d. við at samantvinna Budget target og Expenditure target. Okkara egna serfrøði kemur eisini við tilmæli, ið bera á henda ella sama bógvin. Frágreiðingarnar eru at finna á www.buskap.fo

 

Ímynda vit okkum, at ein tílík lóg bleiv viðtikin, tá høvdu árinini verið jalig. Hyggja vit at jaligu ávirkanini søguliga sæð, har talan er um viðgangandi búskap og minkandi búskap kunna árinin lýsast við døminum niðanfyri.

 

Læt okkum gera eitt modell, har nýtslan er ein samanseting av inntøkunum tey seinastu trý árini (Expenditure target: eitt hægsta mark fyri vøkstur í útreiðslunum). Lat okkum viga hesi tølini soleiðis, at tey, sum eru nýggjast, viga mest, meðan tey, ið eru eldri, viga minni. Í 2010 hevði fíggjarætlanin verið ein samanseting av inntøkunum í tíðarskeiðinum 2007 -2009. Ein kundi viga hesi tølini soleiðis, at árið 2009 vigar 40%, árið 2008 30% og árið 2007 vigar 30%, samlað 100%. Gera vit hetta fyri søgulig tøl, høvdu vit fingið eina samanseting, sum er víst í talvu A.

 

Talvan er fyri tíðarskeiðið 2001-2010

 

 

Er ynski um størri trekleika ber til at taka fleiri ár við í modellið.

 

Til tess at geva eitt betri yvirlit yvir úrslitið av einum slíkum modelli ber til at seta talvu A upp í eina strikumynd.

 

 

 

Myndin vísir eitt nú greitt, at í tíðarskeiðinum 2006 til 2008 hevði modellið virkað konjukturmótgangandi. Hesi modell høvdu soleiðis merkt, at vit í góðum tíðum tálmaðu nýtsluna (vøksturin í útreiðslunum). Modellið hevði hinvegin til aðrar tíðir loyvt størri nýtslu. Hetta er til dømis galdandi í 2009. Ein skal tó leggja til merkis, at myndin ikki tekur hædd fyri tí sannroynd, at um nýtslan minkar orsaka av modellinum, tá hevði inntøkan eisini minkað nakað orsaka multiplikatoreffektini.

 

Samanumtikið vísir myndin, at broytingarnar yvir tíð høvdu verið minni, og harvið høvdu møgulig sveiggj, verið minni, til gagns fyri okkum øll. Vit sleppa harvið undan ov stórum neiligum árinum av búskapar sveiggjum. Neilig árin, sum hava bæði sosialar og fíggjarligar avleiðingar.

 

Onnur jalig avleiðing hevði verið, at vit í góðum árum høvdu spart upp til verri tíðir. Seta vit eina strikumynd upp, ið vísir hvussu uppsparingin hevði verið, um landið brúkti nevnda modell heldur enn tað, sum  veruliga hendir, tá fáa vit strikumynd 2. 

 

 

Strikumyndin vísir, at verður hugt at tíðarskeiðinum frá 2003, tá landið hevði á leið javnvág millum inntøkur og útreiðslur fram til 2008, tá kreppa byrjar, so kundi landið í umrødda tíðarskeiðið, spart meira enn 1 milliard krónur upp. Eitt er, at hetta hevði verið konjukturmótgangandi fíggjarpolitikkur, kanska eitt sindur teoretisk hugtak, men alt peningur, sum kundi verið brúktur heldur enn nú at læna hann.

 

So hví ikki spara upp heldur enn at lána?  Spar tá ið tú hevur, so nakað er at taka til, tá ið tað krevur.

 

Fyritreytin fyri at eitt slíkt modell skal virka er at politiska skipanin ikki sleppur at brúka ov nógvan pening í góðum tíðum og til tess krevst greiðar reglar fyri hvussu nógv eitt sitandi løgting og landsstýri kann brúka. Hesar treytir muga skerpast og setast inní uppskotið, skal málið við Búskapargrunninum náast.

 

Skipan av grunninum

FAG mælir til, at búskapargrunnur Føroya verður skipaður sum grunnur við sjálvstøðugari nevnd, mannaður við fakfólki. Hetta kundi eitt nú verið verandi nevnd í Landsbanka Føroya. Í lóggávu eigur at verða greiðar reglar fyri inngjald og útgjald í mun til búskapargongdina.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi