Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Kunngerðir á patentøkinum til hoyringar

 

Viðv.: Dagføring av kunngerðum á patentøkinum

Patentøkið varð dagført í 2015. Kunngerðirnar á økinum skulu dagførast sammsvarandi, og Patent- og Varemærkestyrelsens hevur sent Uttanríkis- og Vinnumálráðnum uppskot til kunngerðir, sum við hesum verða sendar til hoyringar:

 

-    Bekendtgørelse for Færøerne om ansøgning og registrering m.v. af varemærker og fællesmærker
-    Bekendtgørelse for Færøerne om ansøgning og registrering af design
-    Bekendtgørelse for Færøerne om patenter
-    Bekendtgørelse for Færøerne om henlæggelse af visse beføjelser til Patent- og Varemærkestyrelsen
-    Bekendtgørelse for Færøerne om vederlag for Patent- og Varemærkestyrelsens opgaveløsning, særlige ekspeditioner, udskrifter m.v.
-    Bekendtgørelse for Færøerne om Ankenævnet for Patenter og Varemærker

 

Kunngerðirnar innihalda útfyllandi reglur (meira nágreiniligar reglur) av ásetingunum í lógunum um viðgerðina av umsóknum og skrásett vørumerki, design og patentir.

 

Bekendtgørelse om brugsmodelansøgningers og registrerede brugsmodellers behandling skal eisini setast í gildi í Føroyum. Við tað at kunngerðin, sum galdandi er í Danmark, í løtuni verður endurskoðað, verður ígildissetan í Føroyum av hesi kunngerð at bíða, til kunngerðin er endurskoðað.

 

 

Svar frá Samskifti

 

Samskifti hevur ongar viðmerkingar til kunngerðirnar á patentøkinum.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi