Tíðindi: Hoyringssvar Ι 23. januar 2018
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til mikudagin 24. januar 2018.

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

 

 

Svar frá Ferðavinnufelagnum

 

Hoyringssvar viðv. uppskot til broytingar í ll. um meirvirðisgjald­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, sum Vinnuhúsið fekk til hoyringar tann 8. januar 2018.

 

Ferðavinnufelagið hevur viðgjørt uppskotið og hevur hesar viðmerkingar, ið serliga viðvíkja § 2, stk 3 litra f.

 

Verandi reglur fyri fólkaflutning eru torskildar, og nógv ivamál hava verið um tulkingina. Tískil er tað at fegnast um, at Fíggjarmálaráðið hevur sum mál at nágreina ásetingina, soleiðis at tað er greitt, júst hvør fólkaflutningur ikki er avgjaldsskyldugur.

 

Ferðavinnufelagið metir tó ikki, at hetta er hepnast til fulnar, tí í nýggju ásetingini er ikki greitt, hvat slag av fólkaflutningi talan er um. Nágreiningin er ov breið, og spurningar hanga framvegis í leysum lofti í mun til, hvat ásetingin fevnir um og ikki.

 

Ferðavinnufelagið hevur tó á fundi við TAKS skilt, at tað er rutufólkaflutningur, ið skal undantakast avgjaldsskylduni, og at allur annar fólkaflutningur tí verður avgjaldsskyldugur.

 

Ynskiligt hevði harafturat verið, at tað í viðmerkingunum til broytingina var greitt nærri frá endamálinum við broytingini, hvussu ásetingin skal skiljast, hvørjar avleiðingarnar eru og hvønn týdning hetta fær í verki. Einki er nevnt um, hvørjar fíggjarligar avleiðingarnar, broytingin hevur fyri land og vinnu.

 

 

Ferðavinna er útflutningsvinna

Stórur partur av kundunum hjá føroysku ferðavinnufyritøkunum eru útlendskar fyritøkur. Tað er tískil av stórum týdningi, at lógir og reglur leggja upp fyri hesum, tá ið broytingar sum hesar verða framdar.

 

Fyri føroyska ferðavinnu er tað týdningarmikið, at avgjaldsskyldugar útlendskar fyritøkur hava møguleika fyri at fáa føroyska meirvirðisgjaldið endurrindað, og eigur ferðavinnan í hesum sambandi at verða fevnd av § 1 í kunngerð nr. 87 frá 30. mai 2005 um meirvirðisgjald av tænastum, ið verða seldar til útlond.

 

Sambært kunngerð nr. 110 frá 3. oktober 1994 um afturrindan av meirvirðisgjaldi til útlendsk virki er møguligt hjá avgjaldsskyldugum útlendskum virkjum at fáa afturrindan av meirvirðisgjaldi, ið er goldið her fyri avgjaldsskyldugar tænastur til vinnuliga nýtslu hjá virkjunum her á landi.

 

Sjálvandi skal talan verða um virksemi hjá útlendsku fyritøkunum, sum hevði verið avgjaldsskyldugt, um tað var ein føroysk fyritøka, ið stóð fyri virkseminum, men tað meta vit, at útferðir og upplivingartúrar eru, serliga nú henda broyting í meirvirðisgjaldslógini verður framd.

 

Um tað verður mett, at § 1 í kunngerð nr. 87 frá 30. mai 2005 um meirvirðisgjald av tænastum, ið verða seldar til útlond forðar fyri, at henda søla kann verða hildin uttanfyri avgjaldsskylduga sølu, tá sølan verður gjørd fyri útlendska rokning, kann vísast til at hetta slag av fólkaflutningi heldur ikki er nevnt í § 2 í somu kunngerð, sum vísir á, júst hvørjar tænastur ikki kunnu verða frítiknar avgjaldsfríari sølu til avgjaldsskyldug útlendsk virki. Í einum tílíkum føri verður staðiliga mælt til at rætta hesa kunngerð til nýggju støðuna og lýsa kunngerðina av nýggjum, soleiðis at fólkaflutningur verður hildin uttan fyri avgjaldsskylduga sølu, tá tænastan verður gjørd fyri útlendska rokning til eina fyritøku, sum hevði kunnað fingið meirvirðisgjaldið aftur eftir kunngerðini um afturrindan av meirvirðisgjaldi til útlendsk virki.


 

Gildiskoma og vegleiðing

Ferðavinnan selur tænastur, sum liggja frammi í tíðini. Ferðavinnuárið 2018 er tí longu í stóran mun selt, og samráðst verður nú um bíleggingar fyri 2019. Gildiskoman av hesum uppskotið eigur tí at liggja hálvtannað til tvey ár eftir, at tað er samtykt.

 

Tá ið komið er á mál við broytingunum, hevði tað verið væl sæð, um ein vegleiðing varð gjørd til ferðavinnuna viðvíkjandi meirviðrisgjaldsreglunum á ferðavinnuøkinum. 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi