Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Kunningartiltak um talgilding av rokningum
Hósdagin 18. januar kl. 14.00 verður kunningartiltak í Vinnuhúsinum um, hvussu fyritøkur kunnu bera seg at, nú krav verður sett um, at allar rokningar skulu sendast tí almenna talgildar.

 

Umboð fyri Føroya Gjaldstovu og rokningarhandfaringarstøðirnar luttaka og leggja fram á tiltakinum.

 

Tiltakið er bert fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum.

 

Skrá:

 

1. Endamál við lóggávuni

 

2. Hvat er ein talgild rokning – og hvat er ikki ein talgild rokning

 

3. Hvussu verðar rokningar talgildar?

         a. Umvegis ein portal
         b. Umvegis egna KT-skipan

 

4. Fyrimunur við talgilding av rokningum

         a. Fyri fyritøkuna
         b. Fyri landið

 

5. Undantøk

 

6. Innlegg frá rokningahandfaringarstøðum

 

 

Høvið verður at seta spurningar.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi