Tíðindi: KT- og Samskifti Ι .
Almenn framløga av kanning um KT-fólk í Føroyum
Mikudagin 31. januar kl 15.00 skipar KT-felagið fyri almennari framløgu av kanning um KT-fólk í Føroyum.

 

Úrslitið av kanningini vísir, at tað eru fleiri KT-fólk í Føroyum, enn hvat felagið frammanundan hevði væntað. Men hvussu standa Føroyar seg í mun til grannalondini? Kanningin er gjørd eftir OECD leisti, og vísir úrslitið eisini, hvussu Føroyska KT-vinnan klárar seg í mun til OECD londini.

 

Øll úrslitini verða løgd fram í Vinnuhúsinum mikudagin 31. januar kl 15.00.

 

Framløgan er almenn, og eru øll, sum arbeiða við ella hava áhuga í KT, hjartaliga vælkomin.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi