Tíðindi: Hoyringssvar Ι .
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til hósdagin 22. februar kl. 12.00.

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

 

Javntekstur

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

 

Viðmerkingar til broytingar í ALS-lógini­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Víst verður til teldubræv frá Samferðslumálaráðnum sent okkum hin 12. februar, har lógaruppskot um broytingar í ALS-lógini verður sent okkum til hoyringar.

 

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið er endamálið við broytingunum at nágreina gjaldsskylduna til Arbeiðsloysisskipanina, tá tað snýr seg um tey, sum koma undir norðurlendska sáttmálan um almannatrygd.

 

Tað undrar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at hesar broytingar í ALS-lógini koma til hoyringar nú. Okkum kunnugt er eitt arbeiði ígongd, soleiðis at allar líknandi skipanir, sum verða ávirkaðar av norðurlendska sáttmálanum um almannatrygd, t.d. Barsilsskipanin og dagpengaskipanin, um neyðugt verða dagførdar samstundis. Felagið hevur áður gjørt landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum varðan við, at tað hevur týdning, at arbeiðsgevarar vita, at eins støður hava eins fyrisitingarligar mannagongdir.

 

Í uppskotinum til hoyringar verður tó einki sagt um felags loysnir, og vit sakna, at grundgivið verður fyri, hví ALS-lógin skal broytast nú, áðrenn arbeiðið við at finna eina felags loysn er liðugt. Vit mæla tí til, at henda orsøk verður betur greinað í endaliga uppskotinum. Og um støðan er soleiðis, at t.d. Barsilsskipanin hevur nøktandi ásetingar og mannagongdir, so átti broytingarnar í ALS-lógini heldur at lagt seg upp at hesum.

 

Hóast hesar viðmerkingar, og hóast vit meta, at tað er óheppið bara at broyta eina av teimum viðkomandi lógunum í mun til norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, kann Føroya Arbeiðsgevarafelag tó liva við teimum pørtunum av uppskotinum, sum tað sambært Samferðslumálaráðnum er ein tørvur á at fáa dagført í mun til norðurlendska arbeiðsmarknaðin, soleiðis at reglur og mannagongdir verða greiðar bæði hjá arbeiðsgevarum og løntakarum.

 

Tað eru tó aðrar broytingar í hesum uppskotinum, sum onki samband hava við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og sum tí ikki kunnu grundast í hesum. Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur ikki hesar broytingar. Hvørki orsøkina til at tær verða skotnar upp ella endamálið við teimum. Og felagið tekur als ikki undir við uppskotnu broytingunum.

 

Tað sær út til, at Samferðslumálaráðið/ALS ikki sær ein arbeiðsmarknað uttanfyri norðurlond. Allar broytingar verða grundaðar á norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, men hvussu hesin hevur ávirkan á viðurskifti, sum onki hava við norðurlond at gera, skilja vit ikki.

 

Nevnast skal, at Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Føroya Handverksmeistarafelag eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Broytingin í §8, stk. 1, 3)

Í uppskotinum verður verandi §8, stk. 1, 3) strikað, soleiðis at allar lønir undir FAS nú gerast gjaldsskyldigar til ALS.

 

Tøl, sum Reiðarafelagið fyri Farmaskip, nýliga hevur savnað millum limir sínar, vísa, at við skipum hjá limareiðaríunum, sum tey flestu eru skrásett í FAS, eru tilsaman útvið 1350 sjófólk. Av hesum eru umleið 600 føroyingar, knapt 400 úr hinum norðanlondunum og umleið 350 aðrastaðni frá.

 

Við at broyta §8, stk. 1, 3) fer ALS út frá hesum at leggja eyka gjald á 750 løntakarar og arbeiðsgevarar teirra. Sum er, rinda norðurlendingar sum útgangsstøði ikki inn til ALS, men tó hevur hetta í ávísum førum verið skipað sum ein sjálvtrygging.

 

Hóast nakrir fáir norðurlendingar hava verið tryggjaðir í ALS, fer broytingin fyri flestu reiðaríini at merkja eina eykaútreiðslu her.

  

Tey 350 sjófólkini, sum sigla við FAS-skipum, og sum ikki eru norðurlendingar, eru als ikki fevnd av norðurlendska sáttmálanum um almannatrygd, og okkum vitandi hava Føroyar ikki avtalur við onnur lond um almannatrygd. Talan er sostatt um, at ALS krevur pengar inn, sum ikki kunnu gjaldast út aftur, hvørki her ella í øðrum landi. Við hesum broytir ALS-gjaldið status frá at vera ein trygging at kalla til at vera ein reinur skattur.

 

Um alneyðugt er at tryggja seg í mun til norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, mæla vit til eina áseting um, at til ber at tryggja norðurlendingar, um teir ikki hava trygging í egnum landi á sama hátt, sum hetta verður gjørt við kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá.

 

Tað er onki at ivast í, at henda lógarbroytingin fer at hava ávirkan á FAS og á kappingarføri hjá FAS. Mælt verður tí staðiliga frá, at henda broyting verður framd. Tá FAS-lógin varð dagførd í 2008, var tað við tí endamálið, at henda vinnugrein skuldi vaksa. Og síðan 2008 er talið av skipum undir FAS nærum tvífaldað, og ikki færri enn 300 størv á landi eru hjá limum í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip. Tað tykist løgið, at landsstýrið nú fer at leggja fótonglar fyri positivu gongdini í hesi vinnugrein. Harafturat er hetta beint í stríð við Sjóvinnupolitikkin, sum varð gjørdur í fjør. Har er vísjónin fyri føroyska shipping-vinnu henda, at “Føroysk shipping-vinna skal verða ein týðandi leikari í altjóða høpi, sum skapar avkast, framburð og vælferð.” Sigast má, at ikki sæst nógv til hetta í hesum uppskotinum.

 

 

Broytingin í §8, stk. 3

Sambært lógaruppskotinum er ætlanin at strika verandi §8, stk. 3. Aftur her skjýtur lógaruppskotið spurvar við kanónum. Orsøkin til uppskotið er norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, men ásetingin í §8, stk. 3 snýr seg als ikki um norðurlendingar, og er tað tí høpisleyst at grunda hesa broyting á norðurlendska sáttmálan.

 

Her er talan um útlendingar, sum ikki eru norðurlendingar, og sum eru í Føroyum við einum uppihaldsloyvi, sum er tengt at einum arbeiðsloyvi, og sum sostatt er treytað av, at viðkomandi útlendingur hevur eitt arbeiði í Føroyum. Um ein persónur við tíðaravmarkaðum uppihalds- og arbeiðsloyvi missir arbeiðið, missir viðkomandi eisini rættin at uppihalda seg í Føroyum, og viðkomandi hevur tí ongan møguleika at fáa nakra veiting úr ALS.

 

Aftur her er sostatt talan um, at ALS krevur inn pengar, sum ikki kunnu gjaldast út aftur, og sum tí ikki kunnu roknast sum ein arbeiðsloysistrygging, men sum ein reinur skattur.    

 

Broytingin í §9, stk. 4

Her mæla vit til, at verandi orðing sleppur at standa óbroytt.

 

Samanumtikið

Samanumtikið er at siga, at Føroya Arbeiðsgevarafelag, hóast vit halda, at uppskotið átti at bíða til ein felags loysn verður funnin, kann liva við tí partinum av uppskotinum, sum snýr seg um, at tillaga lógina norðurlendska sáttmálan um almannatrygd.

 

Tó grundar Samferðslumálaráðið fleiri lógarbroytingarnar við norðurlendska sáttmálanum um almannatrygd, sum onki hava við sáttmálan at gera.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí staðiliga frá, at samtykkja tær broytingar í lógini, sum als onki hava við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd at gera, og sum ávirka kappingarføri hjá FAS. Her verður hugsað um broytingarnar í §8.  

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir sostatt til einans at gera tær broytingar, sum eru neyðugar fyri at loysa ítøkiliga trupulleikan, sum er í mun til norðurlendska sáttmálan. Restina av broytingunum mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag staðiliga frá at hava við í endaliga uppskotinum til lógarbroyting. 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi