Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Sáttmálasamráðingarnar byrjaðar
Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava handað krøv.

 

Á fundi í Vinnuhúsinum í morgun í dag hava Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini handað krøv síni til komandi sáttmálasamráðingar. Sáttmálarnir millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og ávikavist Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ganga út 1. mai.

 

Samráðingarnar millum partarnar eru sostatt byrjaðar og halda fram hósdagin, tá næsti fundur partanna millum er avtalaður.

 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag førir samráðingarnar, og samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, nevndarlimur.

 

Til ber at lesa meira um mannagongdir o.l. í sambandi við sáttmálasamráðingar her. 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi