Tíðindi: Hoyringssvar Ι 16. apríl 2018
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági (Broyting í avsláttrinum)

 

Sent Vinnuhúsinum og Havbúnaðarfelagnum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til fríggjadagin 13. apríl 2018.

 

Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági (Broyting í avsláttrinum)

 

Svar frá Havbúnaðarfelagnum

 

Viðmerkingar til kunngerð um hækking av heilivágsprísi­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Havbúnaðarfelagið takkar fyri møguleikan at ummæla uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi til heilivág.

 

Tað er tó torført at ummæla eina kunngerð um príshækkingar, tá man ikki eisini fær útrokningargrundarlagið, sum príshækkingarnar eru grundaðar á. Havbúnaðarfelagið hevur spurt HIMR um útrokningargrundarlagið, men sum skilst, finst einki slíkt í HIMR. Hetta kann ikki góðtakast.

 

Havbúnaðarfelagið skal vísa á, at tá talan er um eina almenna monopolfyritøku, má HIMR gera meira enn vanligt fyri at tryggja sær, at prísurin er á eins lágum støði sum hann vildi verið, um kapping var á økinum. Um HIMR ikki megnar hetta, er tað enn eitt argument fyri at loyva øðrum framat at kappast við apoteksverkið, eins og vit síggja at okkara grannalond hava gjørt í stóran mun.

 

Nú sølan av heilivági til alivinnuna er minkað í stórum, ávirkar tað sjálvsagt inntøkurnar hjá apoteksverkinum. Samstundis átti tað at ført til, at minni virksemi verður hjá apoteksverkinum, og tað eigur tí at bera til at tillaga virksemið hjá apotekinum til nýggja veruleikan.

 

Samanumtikið tekur Havbúnaðarfelagið ikki undir við ætlaðu príshækkingini.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi