Tíðindi: Hoyringssvar Ι 28. mai 2018
Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúrini (náttúrumargfeldislógin)

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til mánadagin 28. mai 2018.


Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúrini (náttúrumargfeldislógin)

 

Hoyringsskriv - Nátturumargfeldislógin

 

 

Svar frá Havbúnaðarfelagnum

 

Ummæli av uppskoti til náttúrumargfeldislóg

 

Havbúnaðarfelagið takk ar fyri møguleikan at ummæla uppskotið til nýggja náttúrumargfeldislóg. Havbúnaðarfelagið hevur hesar viðmerkingar:

 

Alment:

Tað er torført at ummæla uppskotið til náttúrumargfeldislóg, tí ávirkanin av uppskotinum verður í stóran mun tengd at, hvussu stevnumiðini og heimildirnar í lógini verða umsitnar í praksis. Fyri føroyskan havbúnað er tað umráðandi, at tey umhvørviskrøv sum verða sett, eru rímulig (proportional), saklig og grundað á vísundaliga vitan. Tað er tí umráðandi, at neyðug orka verður til at umsita lógina, herundir at orka er til at savna neyðugu vitnaina.

 

Eisini er ávirkanin av lógini treytað av, hvat innihaldið verður í teimum kunngerðum, sum skulu smíðast við støði í lógini. Havbúnaðarfelagið ynskir at verða tikið við uppá ráð, tá hesar kunngerðir skulu smíðast, so tað kann tryggjast, at óneyðugir trupulleikar ikki verða í s.v. íverksetanini av nýggjum reglum.

 

Gildikomuásetingar tilskila, at landsstýrisfólkið við kunngerð ásetur, nær lógin ella partar av henni fáa gildi. Tað er umráðandi, at avgerðir um gildiskomu verða tiknar í tøttum dialogi við tey, sum verða ávirkað av hesum. T.d. kann nevnast, at tað sambært uppskotinum krevst serligt loyvi til at taka vill súgdjór, herundir eisini kóp sum ger seg inn á alibrúk. Tí kann ásetingin ikki fáa gildi fyrr enn ein ætlan er gjørd fyri hvussu henda broytingin skal útinnast í praksis.

 

Serstakar viðmerkingar:

§8, stk. 2: Ásett verður, at myndugleikarnir skulu leggja dent á vitan, sum er "grundað á royndir hjá ættarliðum". Hvørki í lógarteksti ella viðmerkingum verður tó útgreinað, hvørja vitan sipað verður til, ella hvussu hon verður staðfest. Í norsku náttúrumargfeldislógini, sum er fyrimynd fyri hesum lógaruppskotinum, verður sum skilst við hesari lógarásetinigini serliga sipað til royndir hjá samum. Spurningurin er, um tað er neyðugt at hava slíka áseting í føroysku lóggávuni, tí tað er undir øllum umstøðum eitt vanligt fyrisitingarligt prinsipp, at myndugleikin hevur skyldu til at upplýsa málið á nøktandi hátt. Í heusm sambandi kann myndugleikin taka ta vitan og royndir við, sum eru viðkomandi fyri málið.

 

§60: Henda greinin hevur eina heimild at áseta krøv um innaneftirlitsskipanir. Tað er tó ikki greitt, hvørki í lógarteksti ella viðmerkingum, hvørjum henda grein er ætlað. Tað eigur at verða útgreinað í viðmerkingunum, hvør ætlanin við hesari greinini er.

 

§72: Í hesari greinini verður §11 í alilógini broytt, so hon vísir til nýggju náttúrumargfeldislógina heldur enn verandi náttúrufriðingarlóg. Henda broyting eigur tó at verða gjørd samstundis sum viðkomandi ásetingar í nýggju náttúrumargfeldislógini verða settar í gildi.

 

 

 

Svar frá Handilsvinnufelagnum

 

Víst verður til teldubræv frá Heilsu- og innlendismálaráðnum sent okkum hin 6. apríl, har lógaruppskot um náttúrumargfeldislóg verður sent okkum til hoyringar.

 

Handilsvinnufelagið er serliga áhugað í teim ásetingum, sum hava við innflutning at gera og hevur yvirskipað ikki viðmerkingar til lógaruppskotið. Tað er líkt til, at útgangsstøðið verður, at loyvi krevst til at innflyta fremmandar líverur. Samstundis verður heimild at loyva innflutningi uttan loyvi, tá ið fortreytirnar eru til tað. Handilsvinnufelagið væntar at verða hoyrt, tá ið nærri reglur og ásetingar verða settar í kunngerð viðvíkjandi innflutningi av livandi líverum.

 

 

 

 

Svar frá Ferðavinnufelagnum

 

Uppskot til ll. um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin)

 

Víst verður til teldubræv frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum sent okkum hin 6. apríl, har lógaruppskot um náttúrumargfeldislóg verður sent okkum til hoyringar.

 

Ferðavinnufelagið fegnast um, at landið við hesi lóg vísir vilja til at verja føroysku náttúruna og við hesum skipar karmar fyri einum burðardyggum brúki av náttúruni, soleiðis at føroyingar hava eitt nútíðarhóskandi lógarverk at halda seg til, tá ið teir nýta og njóta náttúruna her í landinum.

 

Av tí at talan er um eina heimildarlóg er tórført at koma við ítøkiligum viðmerkingum til lógaruppskotið, tí avleiðingarnar av uppskotinum gerast ikki greiðar, fyrr enn nærri ásetingar verða lýstar í kunngerðum. Viðvíkjandi økisverndini verður til dømis nevnt, at avleiðingarnar fyri vinnuvirksemið eru ivasamar, tí tað veldst um hvørjar verndarásetingar verða ásettar í verndarkunngerðunum, sum skulu gerast fyri hvørt einstakt verndarøki.

 

Harafturat er at nevna, at tað verða í uppskotinun sett høg krøv til vitanargrundarlagið í náttúrufyrisitingini, samstundis sum tað er greitt, at lítil vitan er um støðuna hjá føroysku náttúruni í dag. Kortini er í lógini ásett ein meginregla um varsemi, sum heimilar fyristingarligum avgerðum at verða tiknar, hóast vantandi vitan valdar á økinum. Ferðavinnufelagið óttast í hesum sambandi, at ásetingin í § 9 gevur fyrisitingarmyndugleikanum ov víðar ræsir at seta í verk fyrisitingartiltøk, tá ið vitanartrot er á økinum, og at tað tí er vandi fyri, at greinin fer at virka sum ein blankakekkur, tá ið vitanarkravið  ikki kann uppfyllast. Felagið mælir til, at lagt verður upp fyri tílíkum støðum í endaliga lógaruppskotinum, sum verður borið løgtinginum.

 

Ferðavinnufelagið vil at enda fegnast um tann leistin, ið er valdur í málsviðgerðini av verndarøkjunum, har dentur verður lagdur á gott samstarv við allar viðkomandi partar, teirra millum vinnuligu áhugamálini í økjunum.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi