Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Rokningaportalur er nú tøkur á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni
Rokningaportalurin, sum kann brúkast at senda talgildar rokningar til landið við.

 

Gjaldstovan hevur nú útvegað ein Rokningaportal á heimasíðu síni, www.gjaldstovan.fo.

 

Veitarar kunnu skráseta upplýsingar um rokning sína í hesum portali, sum síðani skapar eina talgilda rokning, sum verður send stovnum hjá landinum.

 

Til ber at hefta skjøl við í skrásetingina, t.d. tað pdf-skjal, sum bókhaldsskipanin vanliga skapar. Verður tað gjørt, ber til at siga “sí viðhefta skjal”, í staðin fyri av nýggjum at skráseta allar upplýsingar um rokningina á hesum portali.

 

Vegleiðing til roknskaparportal fæst sum pdf-skjal við at trýsta her

 

Leinkið til portalin er hetta: https://rokning.gjaldstovan.fo/invoice/create

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi