Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 17. apríl 2018
Semingsroyndin endað úrslitaleys
Terje Sigurdsson, semingsmaður, endaði í gjárskvøldið 16. apríl semingsroyndina millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Hetta varð gjørt eftir, at Flogskiparafelag Føroya vrakaði semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar sunnukvøldið. Føroya Arbeiðsgevarafelag góðtók uppskotið.

 

Sáttmálin partanna millum gongur út týsdagin á midnátt. Eftir hetta kunnu partarnir seta arbeiðssteðg í verk við 14 daga fráboðanarfreist. Ein møguligur arbeiðssteðgur kann sostatt ikki byrja fyrrenn mikudagin 2. mai 2018.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi