Tíðindi: Hoyringssvar Ι 23. mai 2018
Uppskot til løgtingslóg um einskiljing av PF Postverk Føroya til hoyringar

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til hósdagin 24. mai 2018.

 

 

Uppskot til løgtingslóg um einskiljing av PF Postverk Føroya

 

Ávegis frágreiðing um einskiljing - PF Postverk Føroya

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Uppskot til løgtingslóg um einskiljing av Posta­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) takkar fyri møguleikan at ummæla lógaruppskotið um at einskilja P/F Postverk Føroya. FAG hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:

 

FAG tekur undir við, at P/F Postverk Føroya verður einskilt. Alsamt størri partar av virkseminum hjá Postverki Føroya fer fram á marknaðum, har kapping er við privatar aktørar, og FAG metir at tíðin er búgvin at selja felagið.

 

Lógaruppskotið snýr seg fyrst og fremst um at útvega heimild til at selja partabrøvini í felagnum, og avmarkað er, hvussu nógvar viðmerkingar FAG hevur til sjálvt uppskotið.

 

Tó heldur FAG, at tað kundi verið gjørt eitt sindur greiðari, at skyldan hjá keyparanum at reka postflutning, sum sambært konsessión er fevnd av einkarrætti og skyldum landsins, bert er galdandi í 10 ár, og at keyparin eftir hetta er leysur av øllum skyldum hesum viðvíkjandi.

 

Hóast § 2 í lógaruppskotinum er tað framvegis heimild í postvirksemislógini at áleggja postvinnurekandi skyldu at átaka sær flutning, sum landið hevur bundið seg til at røkja. Tað má vera púra greitt, at ein keypari av P/F Postverki Føroya ikki verður álagdur nakrar serligar skyldur eftir postvirksemislógini, aftaná at tey 10 árini eru farin, men at eitt møguligt politiskt ynski um skyldu til ávíst postvirksemi verður boðin út, so allir aktørar á post- og flutningsmarknaðinum eru undir somu treytum.

 

Tað undrar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at neyðugt er at skriva í frágreiðingina, at “Starvsfólk varðveita síni rættindi sambært verandi sáttmálum. Tað verði seg við Starvsmannafelagið, sum tænastumenn ella einstaklingasáttmálar við Postverk Føroya.” Hóast talan er um nýggjan eigara, verður løgfrøðiliga eindin óbroytt, og tí er sjálvsagt, at virksemið, eisini ímt starvsfólk, er óbroytt. Hetta merkir ikki, at nýggi eigarin ikki kann fremja broytingar, men at hesar skulu verða gjørdar sambært verandi sáttmálum við starvsfólkini.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur við hesum viðmerkingum undir við lógaruppskotinum og sær fram til eina væl fyrireikaða og gjøgnumskygda sølu av P/F Postverki Føroya.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi