Tíðindi: Oljuvinna Ι 30. apríl 2018
Oljuvinnufelagið havt aðalfund
Týsdagin 24. apríl hevði Oljuvinnufelagið aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Magni Arge og Jostein Petersen, og hvørgan teirra tók við afturvali. Í nevndina vóru valdir Christian Danielsen og Frimodt Rasmussen.

 

Í nevndini sita sostatt Anja Jacobsen, Eli Lassen, Leif Hovgaard, Christian Danielsen og Frimodt Rasmussen. Nevndin skipaði seg við Anju Jacobsen sum forkvinnu, og Eli Lassen sum næstformanni.

 

Her er brot úr ársfrágreiðing felagsins:

 

Nýtt útbjóðingarumfar til oljuleiting í 2017

17. mai 2017 lat fjórða útbjóðingarumfar upp. Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Jarðfeingi skipaðu fyri almennum tiltaki, har Poul Michelsen, landsstýrismaður, lat útbjóðingarumfarið upp. Kunngjørt varð eisini, at útbjóðginarumfarið verður opið í 9 mánaðir, og læt sostatt aftur 17. februar 2018.

 

Tá fjórða útbjóðingarumfar læt aftur, hevði eitt felag søkt Jarðfeingi um at leita eftir kolvetni í føroyska landgrunninum. Umframt ta einu umsóknina boðar Jarðfeingi frá, at fleiri feløg vístu ítøkiligan áhuga fyri føroyska landgrunninum.

 

Marknaðarføra føroyskar veitarar

Seinastu tvey árini hevur Oljuvinnufelagið arbeitt miðvíst við tiltøkum, sum staðseta Føroyar sum ein tænastudepil fyri frálandavinnuna og skipaferðslu, sum siglir framvið á okkara leiðum.

 

Føroyskar tænastuveitingar til sjóvinnu eru á høgum støði og stendur mát við somu tænastur í okkara grannalondum. Vit hava, umvegis boringarnar í Føroyum og vitjanini hjá West Hercules, prógvað, at føroyskar sjóvinnuveitingar eru væl og virðiliga kappingarførar á altjóða stigi.

 

Í 2015 var heimasíðan www.maritime-services.com sjósett, samstundis sum ein grafiskur samleiki og ymiskt tilfar varð gjørt. Síðani tá hevur Oljuvinnufelagið arbeitt víðari við átøkum, sum marknaðarføra føroyskar veitarar.

 

Heimleiðisfundur: Oljuríkt móðurgrýti eystanfyri Føroyar

Í samband við Vísindavøkan á ferð, hevði Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, framløgu í Vinnuhúsinum.  Seinastu árini hava starvsfólk á Jarðfeingi granskað og viðgjørt data av føroysku undirgrundini av nýggjum, og á fundinum vóru hesi úrslit løgd fram. Óluva greiddi m.a. frá áhugaverdum og nýggjum data í føroyska økinum.

 

Luttøka á oljumessum

Oljuvinnufelagið hevur ábyrgdina av at samskipa føroyska landabásin á Offshore Northern Seas í Stavanger og Offshore Europe í Aberdeen.

 

Offshore Europe 2017

Í 2017 var avgjørt, at føroyskur landabásur ikki skuldi verða á Offshore Europe. Orsøkin til hetta var ov lítil undirtøka millum føroyskar fyritøkur, og tískil var ikki ráðiligt at luttaka við landabási á messuni.

 

Offshore Northern Seas 2018

Tórshavnar kommuna boðaði undan ársskiftið frá, at tey fóru at skerja útreiðslurnar til ONS. Oljuvinnufelagið stendur fyri føroysku luttøkuni á messuni, meðan Tórhavnar kommuna og Runavíkar kommuna standa fyri føroysku luttøkuni á bryggjuni.

 

Tað var skjótt greitt, at tá Tórshavnar kommuna ikki vildi rinda kostnaðin fyri bryggjuna, var neyðugt at tillaga føroysku luttøkuna. Eftir samskiftti við fyritøkur, sum vanliga eru á oljumessum, var niðurstøðan, at man skuldi arbeiða víðari við at samskipa bryggjuluttøkuna við tjaldinum og móttøku umborð á Westward Ho. Hesin leistur letur upp fyri møguleikanum at luttaka á messuni um dagin sum vitjandi, og at brúka føroyska tjaldið um kvøldarnar.

 

Eftir langt og drúgt samskifti við fyritøkur, kommunur og almenn ráð og stovnar varð tó neyðugt at ásanna, at tað bar ikki til at koma á mál við fígging. Samanumtikið vóru 10 fyritøkur áhugaðar at luttaka, og Tórshavnar kommuna vildi lata stuðul. Men hetta var tíverri ikki nóg mikið til at bera kostnaðin.

 

Tískil var niðurstøðan, at ongin samskipa føroysk luttøku verður á ONS 2018 - hvørki landabásur á messuni, føroyskt tjald á bryggjuni ella móttøka umborð á Westward Ho.                     

 

Tiltak í vár

Oljuvinnufelagið fer at skipa fyri einum tiltaki í vár, har fjórða útbjóðingarumfar og leiting á føroyskum øki verður sett á dagsskránna.

 

Gestur verður m.a. Mikael Gren, sum er Operations Director hjá Seadrill í Miðeystri, og hann fer at greiða frá um oljuvirksemi í altjóða høpi. Eisini verða onnur vinnulívsfólk við á tiltakinum, og endamálið er at umrøða tær avbjóðingar, sum ein komandi føroysk oljuvinna hevur.

 

Vit fara at venda sjóneykuni inneftir og viðgera m.a. hvat myndugleikar og vinnan kann gera øðrvísi. Spurningurin er, hví áhugin fyri Føroyum sum leitiøki ikki er størri, og hví vilja vit hava eina oljuvinnu í Føroyum.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi