Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 30. apríl 2018
Nevndin í Ráðgevarafelagnum afturvald
Á aðalfundinum í Ráðgevarafelagnum týsdagin í farnu viku var nevndin afturvald.

 

Aðalfundur var í Ráðgevarafelagnum 24. apríl. Selmar Nielsen, Eyðbjørn Brimnes og Rúni Abrahamsen stóðu fyri vali og vóru teir allir afturvaldir. Í nevndini sita nú: Árni Jakobsen Abrahamsen, Svend Sivertsen, Selmar Nielsen, Eyðbjørn Brimnes og Rúni Abrahamsen.

 

Eykalimirnir Jóhan Poulsen og Árni Winther stóðu eisini fyri vali. Jóhan Poulsen var afturvaldur og Pætur Húsgarð var valdur í staðin fyri Árna Winther, sum ikki tók við afturvali.

 

Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi