Tíðindi: Hoyringssvar Ι 23. mai 2018
Uppskot til kunngerð um starvsfólkaumboðan til ummælis

 

Sent Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum. Hoyringsfreistin er sett til hósdagin 24. mai 2018.

 

Uppskot til kunngerð um starvsfólkaumboðan í parta- og smápartafeløgum

 

Upprit til uppskot til kunngerð um starvsfólkaumboðan
 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelg, Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum hava fingið uppskot til kunngerð um starvsfólkaumboðan til ummælis.

 

Feløgini hava ikki yvirskipaðar viðmerkingar til uppskotið.

 

Ítøkiliga vilja vit vísa til § 12, sum kundi verið orðað greiðari. Soleiðis sum orðinginn er kann § 12 skiljast so, at bara ein fyritøka í einum ári tilsamans hevur 63.000 arbeiðstímar, so er treytin um starvsfólkaumboðan lokin.

 

Um samanborðið verður við donsku lóggávuna sæst, at tað sum helst meint verður við er, at ársmiðal roknað yvir seinastu trý árini skal vera 63.000 tímar.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi