Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 07. mai 2018
Verkstova um H2020 umsókn
Granskingarráðið skipar, saman við Melanie Büscher frá Brain2Business, fyri verkstovu um umsóknina til Horizon2020.

 

Verkstovan verður fríggjadagin 11. mai frá kl. 9.00 til kl. 16.00 í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum, Jónas Broncksgøta 25, niðasta hæddin.

 

Hvar byrji eg? Hvussu finni eg góðar partnarar at arbeiða saman við? Hvussu kunnu fleiri føroyskir luttakarar koma við? Nógvir eru spurningarnar, og saman við Melanie fara vit at seta fokus á nakrar og vónandi kveikja áhugan, geva íblástur og áræði til at fara í gongd við eina umsókn til Horizon 2020.

 

Kom við og sig frá tínum royndum. Kom við, tí tú ikki veitst nokk ella nakað sum helst.

 

Vit hava avtalað við Melanie, at tilfarið verður á enskum máli, men at vit kunnu samskifta við hana á donskum.

 

Minst til at boða frá luttøku við at senda ein teldupost til maria@gransking.fo

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi