Tíðindi: Ferðavinna Ι 14. mai 2018
Ráðstevna um ábyrgdarfulla ferðavinnu
Tann 24. – 25. mai skipar West Nordic Studies á Fróðskaparsetri Føroya fyri ráðstevnuni Responsible Tourism í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Ráðstevnan er samskipað í samstarvi við Ferðavinnufelagið, Visit Faroe Islands, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Hugskotið

 

Millum evnini, ið verða viðgjørd, eru: ábyrgdarfull planlegging av ferðavinnuni; fíggjarlig burðardygd í ferðavinnuni; ábyrgdarbýtið millum land og kommunur; sertifisering og náttúruvernd og spjaðing av ferðavinnuni í Føroyum.

 

Eisini verða fleiri verkstovur báðar dagarnar við evnum sum: samskifti og marknaðarføring; CSR; planlegging og samskipan og íverksetan innan ferðavinnuna.

 

Sí nærri kunning á https://www.greengrowthdialogue.com/

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi