Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 25. juni 2018
Bogi Jacobsen heldur fram sum formaður Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt aðalfund.

 

Hósdagin í farnu viku, hin 19. juni, hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag ársaðalfund sín.

 

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jón Sigurdsson, Høgni Hansen og Árni Ellefsen. Allir vórðu teir afturvaldir, og nevndin heldur fram óbroytt. Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita Bogi Jacobsen, formaður, Høgni Hansen, næstformaður, Kristoffur Laksá, Atli Gregersen, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Jón Sigurdsson og Árni Ellefsen.

 

Á aðalfundinum legði Bogi Jacobsen fram ársfrágreiðing felagsins. Umframt at kunna um gongdina í ymsu vinnugreinunum setur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðing síni hesuferð serliga ljós á

 

- manglandi vinnupolitikkin,

- at tað er neyðugt at lofta møguleikunum í ferðavinnuni,

- kappingarføri Føroya.

 

Hesi evni verða viðgjørd í aðrari grein her á síðuni: Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir miðvísum vinnupolitikki

 

Samlaða ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag sæst her.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi